Eisini 2 evropeisk og 1 asiatiskt

Tey svimja skjótt á World Cup í Berlin, her í vikuskiftinum. Stefan Nystrand og Marleen Veldhuis settu sum kunnugt heimsmet, og Laure Manaudou og Antje Buschschulte settu hartil evropeisk met. Franska Manaoudou í 200 frí við 1:53.48, og týska Buschschulte í 50 rygg við 26.94. Hartil var Thiago Pereira heilt nær heimsmetinum hjá Laszlo Cseh í 400 blandað við 4:00.63 og Tae Hwan Park setti asiatiskt met í 400 frí við 3:36.83. Lesið her í SwimNews.

2 heimsmet sett í Berlin

Píka fakar, so gjørdi hann tað! Svenski Stefan Nystrand lovaði fyri vikum síðani heimsmet í Berlin, og svam so í dag teir 100 frí uppá bara 45.83 sekund, í Berlin. Altso fyrsti maður undir 46 sekund, við tað at gamla metið hjá Ian Crocker og Roland Schoeman var 46.25. Hálendska Marleen Veldhuis setti hartil heimsmet í 50 frí við 23.58, sum var akkurát éitt 1/100 sekund skjótari enn heimsmetið hjá Theresu Alshammer frá ár 2000, og 40 ára gamla Dara Torres setti amerikanskt met við 23.82.

Lesið um heimsmetið hjá Stefan Nystrand her á SwimInfo, og um Marleen og Daru her. Ein video av teimum 100 hjá Stefan sæst her niðanfyri.

Nystrand ætlar sær at seta heimsmet nú

Sviin Stefan Nystrand er ikki bangin av sær, nú hann meldar út at hann ætlar sær at taka stuttbanaheimsmetið í 100 frí frá suðurafrikanska Roland Schoeman, á World Cup stevnuni í Berlin 16.-17. november 2007. Metið er 46.25. Kanska man átti at farið ein túr til Berlin at hugt at svimjing 🙂

Nýtt heimsmet í 100 rygg hjá kvinnum

Sum tit kunnu lesa her, so setti amerikanska Natalie Coughlin í gjár nýtt stuttbanamet í 100 frí hjá kvinnum, tá ið hon í Singapore svam teinin á 56.51. Hon átti sjálv gamla heimsmetið á 56.71 (sí úrslitalistan), og kann hartil gleðast um at ein ordiligur sjattur av pengum fylgir við frá FINA nú, hvørja ferð man setur heimsmet (sí viðmerkingarnar her, upp til 15.000 US dollarar)

FINA World Cup byrjar í dag

Fyrsta World Cup svimjistevnan byrjar í dag í Durban, Suðurafrika, har størstu svimjistjørnurnar kappast í 25 metra hyli um heiðursmerki og eina rúgvu av dollarum í pengapremium (1 millión dollarar tilsamans fyri alla World Cup seriuna). Tak meg ikki í tí, men tað ber eftir øllum at døma til at síggja kappingarnar ókeypis men forskotnar her á WCSN.com, ella ‘live’ við at gjalda $4.95.
Continue reading FINA World Cup byrjar í dag