Bretar brúka 200 mió kr uppá úrvalssvimjing, hesa ‘olympiaduna’

Bretska svimjisambandið fær 25,1 milliónir pund í stuðli frá UK Sport, tíðarskeiðið 2009-2013, sum liður í fyrireikingunum fram ímóti heiðursmerkjum á OL í London í 2012. Svimjingin er harvið nr 3 á listanum yvir teimum ítróttargreinum sum fáa mesta stuðul frá hesum Team Danmark líknandi stovni, aftanfyri rógving við £26.93 mió og súkkling við £26.39 mió, og á linju við frælsan ítrótt. Hetta komandi árið er tað tó svimjingin sum hevur sett sær klárt hægstu mál, við at ætla sær 35 heiðursmerki á komandi Commonwealth Games, meðan rógvingin ætlar sær 3-5 heiðursmerki á komandi heimsmeistarastevnu, og súkklingin 5-10 heiðursmerki eisini á komandi heimsmeistarastevnu. Og tá hava bretar ikki talt við, at svimjingin jú eisini hevur eina heimsmeistarastevnu í ár, umframt evropameistarastevnu og annað gott. Les telegraph.co.uk

DSC_2670
Continue reading Bretar brúka 200 mió kr uppá úrvalssvimjing, hesa ‘olympiaduna’