Vinn lívslangan limaskap á SwimTool við at skráseta teg

Vit hava fyrr hoyrt um online tólið SwimTool til venjarar og svimjarar, sum Mads Claussen er høvuðsmaður aftanfyri, danski venjarin í Íslandi sum serliga suðuroyingar kenna frá tá ið hann avloysti Jón Bjarnason í SuSvim á vári 2009. Nú ber til at vinna limaskap til tænastuna, um man skrásetur seg her á swimtool.com, og annars er millum tey heldigu.

SwimTOOL – eitt online tól til venjarar og svimjarar

SwimTOOL er ein online skipan sum ger tað gjørligt hjá svimjivenjarum at skriva og útbýta venjingarskráir til lið og svimjarar, og sum svimjararnir so hinvegin kunnu brúka sum venjingardagbók. SuSvim er longu skrásett sum felag í skipanini, og aðrir føroyingar hava nokk eisini hoyrt um skipanina, annaðhvørt gjøgnum SuSvim, ella tí at Mads Claussen er primus motor har.