Magnus Jákupsson besta mannliga avrik á Swedish Swim Games 2013

Aftur í dag gekk tað gott hjá Magnusi Jákupssyni á Svenska Simspelen 2013 í Väsby; í 50 rygg vann hann gull við nýggjum stevnumeti 24.64, og í 200 rygg vann hann eisini gull við tíðini 1:58.09, so at hann tilsamans hevur vunnið gull á øllum trimum ryggteinum, umframt silvur í 50 firvald. Magnus varð eisini heiðraður fyri besta mannliga avrik á stevnuni, fyri vinnaratíðina 52.63 í 100 metra ryggsvimjing í gjár, sum gevur 804 FINA stig.

Magnus Jákupsson (FAR) 55.94 in the 100 SC IM

Magnus Jákupsson gull og silvur á Swedish Swim Games í dag

Magnus Jákupsson kappast á Swedish Swim Games 2013 hetta vikuskiftið, har hann í dag við nýggjum persónligum meti (og stevnumeti) 52.63 vann gull í 100 metra ryggsvimjing, og síðani silvur aftur við nýggjum persónligum meti 24.03 í 50 firvald. Til samanberingar stóð føroyska metið í 50 frí (ella ‘yvirhøvur’) heilt leingi á 24.05, sum var Heini Rasmussen (silvur) á Oyggjaleikum í 1997.

(Stuttlig mynd hjá Daniel Skaaning av NTC-svimjarum á Swedish Swim Games 2013)