Úrslit frá SuSvim stevnuni hin 19. og 20. mars 2011

Viðfestur er samlaði úrslitalistin frá Bank Nordik stevnuni í Vági um vikuskiftið. Óføru svimjarar okkara settu tilsamans 5 føroysk met og 4 juniormet har suðuri, umframt at tvær kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir. Suðuroyar Svimjifelag vann kappingina um flestu heiðursmerki tilsamans, við 19 gull, 13 silvur og 10 bronsu. Havnar Svimjifelag varð nummar tvey við 11 gull, 19 silvur og 12 bronsu, og Ægir nummar trý við 8 gull, 4 silvur og 10 bronsu. Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag gjørdist stóri heiðursmerkjaslúkurin við 12 gullheiðursmerkjum, meðan Birita Debes úr FLOT vann mest hjá kvinnum, 4 gull, 1 silvur og 1 bronsu. Hjá masters var Karina Petersen úr FS stóri slúkurin við 4 gull, og Johannes Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag mest vinnandi hjá monnum við 2 gull.

CIMG2321
Continue reading Úrslit frá SuSvim stevnuni hin 19. og 20. mars 2011

SuSvim kvinnur føroyskt met í 4×50 frí

Tær fýra Guðrun Mortensen, Helena Strøm Sævarsdóttir, Tanja Skaalum og Shaila millum Garðarnar settu her síðst á Bank Nordik stevnuni í Vági í dag nýtt føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, fyri Suðuroyar Svimjifelag. Tíðin var 1:50.24, har unga Guðrun legði út sum eitt óløgi við 27.19, og hinar so fylgdu eftir við 28.62, 27.70 og 26.73. SuSvim átti eisini gamla metið, frá tá ið Shaila millum Garðarnar, Mona Simonsen, Anna K. Eysturberg og Jutta Thomsen í 2007 svumu teinin uppá tilsamans 1:51.66.

Birita Debes 28.97 og føroyskt met í 50 firvald

Birita DebesBirita Debes úr FLOT betraði her seinnapartin um sítt føroyska met í 50 metra firvaldasvimjing, tá ið hon á Bank Nordik stevnuni í Vági svam teinin uppá 28.97 sekund, har metið hjá henni frá World Cup í Stokkhólmi í november 2010 var 29.08. Jón Bjarnason viðmerkir úr Vági: “Hon er vorðin ORDILIGA sterk nú. Hon svam nógvar kappingar, og megnaði allíkavæl at svimja kvalitettíðir”. Metið er eisini føroyskt juniormet, við tað at Birita hevur junioraldur.

Pál 1:03.90 og føroyskt met í 100 bringu

Pál Joensen koyrir á har suðuri á Bank Nordik stevnuni í Vági, har hann nú seinnapartin setti nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing, við tíðina 1:03.90. Hann átti sjálvur metið á 1:03.99 frá stevnu hjá Suðuroyar Svimjifelag í Vági í november 2010, men hevur nú betrað um tað eisini, afturat metunum í 50 bringu og 200 firvald.

DSC_0205

Úrslit frá SuSvim stevnuni til og við í morgun

Røsku svimjarar okkara vóru í gongd aftur longu nú í morgun áðrenn kirkjutíð, har Óluva Jacobsen setti føroyskt juniormet hjá gentum í 200 firvald við 2:30.45, og Pál Joensen síðani føroyskt met hjá monnum í somu grein við 2:04.75. Síðani í gjár havi eg fingið onkra mynd frá kappingini, sum eg haldi meg kunna síggja er ikki av Páli og teimum, men heldur okkurt glimt frá masterskappingini. Til nú hava tey sett 2 føroysk met og 3 juniormet har suðuri … altso tey ungu, ikki mastersvimjararnir.

ymiskar myndir 667
Continue reading Úrslit frá SuSvim stevnuni til og við í morgun

Óluva Jacobsen 2:30.45 og juniormet í 200 firvald

Óluva JacobsenÓluva Jacobsen úr Ægir setti í morgun setti í morgun føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, á Bank Nordik stevnuni í Vági. Tíðin hjá ungu leirvíksgentuni var 2:30.45, har juniormetið hjá eitt ára eldru Turið S. Christiansen eisini úr Ægir og Leirvík var 2:30.49, frá FM 2010. Sostatt eru tvær avbygdagentur úr sama felag ikki so øgiliga langt burturi frá elsta føroyska metið hjá einstaklingini, sum er 2:27.62 hjá Nataliu Reinhardt frá FM í 2005.
Continue reading Óluva Jacobsen 2:30.45 og juniormet í 200 firvald

Pál 2:04.75 og føroyskt met í 200 firvald

Pál Joensen sorlaði í morgun føroyska metið í 200 metra firvaldasvimjing, á Bank Nordik stevnuni í Vági. Heimsklassasvimjarin úr Suðuroyar Svimjifelag svam teinin uppá 2 minuttir 4 sekund og 74 hundraðpartar, har tað nú fyrrverandi metið hjá honum var 2 minuttir 5 sekund og 81 hundraðpartar, frá tíðini við superdraktum á Oyggjaleikum á Álandi í 2009. Bringusvimjing og firvaldasvimjing eru sum kunnugt ikki sergreinar hjá unga vágbinginum, og tí greinar sum hann setur met í her í tyngstu venjing, áðrenn tað av álvara verður lagt um til tað langa frí.

Pál Joensen svimur firvald

Úrslit frá SuSvim stevnuni í dag

Viðfestur er úrslitalistan frá Bank Nordik stevnuni í dag, tað vil siga bæði frá í morgun og nú seinnapartin. Til nú eru bestu úrslit á stevnuni at Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt met í 50 bringu við 29.42, meðan Cecilia Eysturdal og Turið S. Christiansen úr Ægir settu føroysk juniormet og kláraðu kravtíð til Oyggjaleikir í ávíkavist 800 frí við 9:13.07 og 200 bringu við 2:39.09.

CIMG2175
Continue reading Úrslit frá SuSvim stevnuni í dag

Turið 2:39.09 og juniormet í 200 bringu

Turið S. Christiansen úr Ægir sett júst nú nýtt føroyskt juniormet í 200 metra bringusvimjing, á Bank Nordik stevnuni í Vági. Tíðin var 2:39.09, har juniormetið hjá henni frá Ægir stevnu í februar mánaða var 2:40.07. Tíðin er eisini væl undir Oyggjaleikakravtíðina á 2:39.72, og heilt nær føroyska metinum hjá Maluni Vitalis Bærendsen á 2:38.93, sum var gulltíðin á Oyggjaleikum á Álandi í 2009.

Turið og Petur Heðin eftirmeta juniormetið í 200 bringu

[Turið og Petur Heðin eftirmeta juniormetið í februar, sum var bara nær Oyggjaleikakravtíðini. Nú er støðan nokk betri]
Continue reading Turið 2:39.09 og juniormet í 200 bringu

Úrslit frá SuSvim stevnuni í morgun

Viðfestur er úrslitalistin frá fyrsta parti av Bank Nordik stevnuni í Vági, har Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt met í 50 bringu við 29.42, og Cecilia Eysturdal úr Ægir setti føroyskt juniormet í 800 frí við 9:13.07. Bæði metini eru undir kravtíð til Oyggjaleikir, tað vil siga undir silvurheiðursmerkjatíð frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009.

CIMG2175
Continue reading Úrslit frá SuSvim stevnuni í morgun