Viðfestur er úrslitalistin frá fyrsta parti av Bank Nordik stevnuni í Vági, har Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt met í 50 bringu við 29.42, og Cecilia Eysturdal úr Ægir setti føroyskt juniormet í 800 frí við 9:13.07. Bæði metini eru undir kravtíð til Oyggjaleikir, tað vil siga undir silvurheiðursmerkjatíð frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009.

Inntil víðari førir Suðuroyar Svimjifelag tepurt á Ægir í stríðnum um at vinna flest heiðursmerki, við Havnar Svimjifelag sum nummar trý. Hetta vænta vit tó fer at broytast seinnapartin, tá ið masters-svimjararnir koma uppí.
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
|---|---|---|---|
| SuSvim | 4 | 2 | 3 |
| Ægir | 3 | 2 | 3 |
| HS | 2 | 4 | |
| FS | 1 | 1 | |
| FLOT | 1 | 1 |
