Summer McIntosh heimsmet í 400 frí, 200 og 400 blandað

Kanadiska Summer McIntosh hevur svomið framúr nú á kanadisku úttøkustevnuni til HM 2025.

Leygardagin tók hon heimsmetið frá avstralsku Ariarne Titmus í 400 frí við 3:54.18, sunnudagin tók hon heimsmetið frá ungarsku Katinku Hosszu í 200 blandað við 2:05.70, og í gjárkvøldið betraði hon um sítt egna heimsmet í 400 blandað við 4:23.65.

Hartil setti hon sunnudagin kanadiskt met í 800 frí við 8:05.07 har heimsmetið hjá amerikansku Katie Ledecky frá í mai er 08:04.12, og týskvøldið kanadiskt met í 200 firvald við 2:02.26 har heimsmetið hjá kinesisku Liu Zige frá 2009 er 2:01.81.

Summer McIntosh 4:25.87 og nýtt heimsmet í 400 blandað

16 ára gamla Summer McIntosh setti í gjár nýtt heimsmet (og juniorheimsmet) í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á kanadisku úttøkustevnuni til HM svam seg til úrslitið 4:25.87. Ungarska Katinka Hosszu átti nú farna heimsmetið á 4:26.36, frá tá ið hon vann gull á OL í Rio í 2016.

https://youtu.be/WZ0NZl4R6_4
Continue reading Summer McIntosh 4:25.87 og nýtt heimsmet í 400 blandað

Summer McIntosh 3:56.08 og nýtt heimsmet í 400 frí

16 ára gamla Summer McIntosh setti í gjár stórt nýtt heimsmet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á kanadisku úttøkustevnuni til HM 2023 svam seg til úrslitið 3:56.08, har avstralska Ariarne Titmus átti heimsmetið á 3:56.40.

It’s her first world record — she holds many world junior and national records.

McIntosh was overrun with emotion after the race as she looked up at her parents cheering in the stands.

The normally composed and reserved teen broke down in tears.

“I’m not a crier,” she told CBC Sports after the race.

“It’s absolutely incredible. I’m not an emotional person. But I was hit with so much emotion. Pure euphoria right now. I’m just so grateful for everyone who got me to this point.”

MSN