Video frá liðsvimjingini á SMS Jólasprint 2014

Her er video frá síðstu kapping á SMS Jólasprint 2014, sum var 6×50 metra frísvimjing fyri lið, har hvørt lið skuldi umfata 1 venjara, 1 nevndarlim og 4 svimjarar.

Ella tað vil siga, har manglar tíverri tað mesta av sjálvari liðsvimjingini, av tí at eg gjørdi okkurt býtt við videotólinum. Men so síggja tit restina 🙂

Eyðbjørn 29.59 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti í gjár nýtt stórt nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann á SMS Jólasprint 2014 í Tórshavn svam teinin uppá 29.59 sekund. Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag átti føroyska juniormetið á 30.00, frá FøroyaMeistarastevnuni í Havn í 2013.


Continue reading Eyðbjørn 29.59 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Innbjóðing til SMS jólakapping 2014

Havnar Svimjifelag skipar 20. desember 2014 fyri árligu ‘jólasprint’ stevnuna í Svimjihøllini í Gundadali, sum er ein skjótt avgreidd kapping har høvuðsattraktiónin er síðsta liðsvimjingin umfatandi eisini venjarar og leiðarar, sum kappast um at vinna eina (frysta) dunnu. Í ár royna tey nakað nýtt, við tað at yngru svimjararnir eisini sleppa at royna seg, í 200 metra frísvimjing meðan hini eldru halda pausu. Sí viðfestu innbjóðing.