Úrslit frá SMS Christmas Sprint 2009

Viðfest eru úrslit frá “SMS Christmas Sprint 2009” svimjistevnuni hjá Havnar Svimjifelag, sum hevur verið í Tórshavn nú um vikuskiftið. Hetta var nokk seinasta kapping har okkara svimjarar sloppu at svimja í ‘superdrakt’, og úrslitið varð eisini at minst trý juniormet vórðu sett. Birita Debes betraði um sítt juniormet í 50 rygg, við tíðini 29.46 har metið hjá henni frá landsdystinum herfyri var 29.62, og kláraði harvið eisini kravtíð til EM í Budapest í summar. Pauli Ø. Mohr setti við tíðini 30.09 juniormet í 50 bringu, har metið hjá Páli Joensen frá kapping í Vági í 2008 var 30.39. Og Magnus Jákupsson setti juniormet í 200 rygg, við tíðini 2:09.14 har kravtíðin var 2:09.40.
Continue reading Úrslit frá SMS Christmas Sprint 2009

Innbjóðing til “SMS Christmas Sprint 2009”

Viðfest er innbjóðing til svimjistevnu hjá Havnar Svimjifelag tann 19. og 20. desember 2009, kallað “SMS Christmas Sprint 2009”. Ein stevna sum fleiri av okkum hava verið rættiliga spennt uppá at fáa á skránna, til at fáa ein síðsta kjans at nýta superdraktirnar, áðrenn ársskiftið.