Úrslit frá Skeggjarstevnuni 2010

Svimjifelagið Skeggjar í Gøtu skipaði sum kunnugt fyri svimjistevnu í dag, fyri okkara yngstu aldursbólkar. Viðfestur er úrslitalistin frá stevnuni, umframt úrslitafíla til hagtalsbrúk. Tað sær út til at serliga Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag hevði ein góðan dag, umframt Rókur Trygvason úr Svimjifelagnum Reka, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag og Barbara Debes úr Svimjifelagnum FLOT.