USA hevur úttikið sítt lið til Shanghai 2011

Amerikanska svimjisambandið fráboðar her á usaswimming.org, at tey hava tikið út 42 svimjarar til HM á langgeil í Shanghai í summar, íroknað Michael Phelps og Ryan Lochte. Onnur kend nøvd eru til dømis Natalie Coughlin, Rebecca Soni, Amanda Beard, Jason Lezak, Dana Vollmer, Tyler Clary, Eric Shanteau og Ariana Kukors, men størsti innanhýsis spenningur er óivað um tær tvær ferðir tá ið Phelps og Lochte stoyta saman, í 200 frí og 200 blandað. Yvirlit yvir liðið sæst her, við upplisting av hvat ið tey skulu svimja.

Kappingarskráin klár til Shanghai 2011

So er kappingarskráin klárt til heimsmeistarastevnuna á langgeil í Shanghai, sum hvat kappsvimjing viðvíkur verður frá 24. til 31. juli 2011. Skráin er nágreiniliga tann sama til sum HM í Rom í 2009, sum ikki líkar amerikanarum, við tað at Ryan Lochte tá skal svimja 400 blandað síðsta dag, heldur enn fyrsta. Kappingarhylurin er eisini um at verða klárur, løgið nokk við bara tak yvir áskoðararnar, hóast FINA í Rom lovaði at teir leikirnir fóru at verða teir síðstu yvirhøvur sum vórðu hildnir uttandura. Sí www.shanghai-fina2011.com

HM 2011 verður í Shanghai

FINA hevur avgjørt at HM 2011 á langbana (50m) verður í Shanghai (Kina). Altso HM 2007 nú í Melbourne, OL 2008 í Beijing, HM 2009 í Rom, HM 2011 í Shanghai, og so OL 2012 í London. Umframt at stuttbana-HM (25m) verður í Manchester (Bretlandi) í 2008, og í 2010 á einum enn ikki ásettum stað.

Tíðindini eru fingin her av eurosport.com. Sí eisini kalendaran hjá FINA og tilhoyrandi yvirlit yvir hvussu tiltøkini eru skemaløgd.

  • HM 2007 í Melbourne (50m)
  • HM 2008 í Manchester (25m)
  • OL 2008 í Beijing (50m)
  • HM 2009 í Rom (50m)
  • HM 2010 í ?? (25m)
  • HM 2011 í Shanghai (50m)
  • HM 2012 í ?? (25m)
  • OL 2012 í London (50m)