Alvi 2:10.99 í 200 IM og 4:42.60 í 400 IM á Sette Colli 2018

Alvi Hjelm royndi seg sum kunnugt í eisini 200 og 400 metra blandaðari svimjing, nú á Sette Colli stevnuni í Rom í vikuskiftinum, og svam har 4:42.60 í 400 blandað leygardagin, og 2:10.99 í 200 blandað sunnudagin. Bestu tíðir hjá honum eru ávikavíst 4:31.50 og 2:08.41 í hesum greinum í ár.