Sette Colli dag 3: Rikke og Lotte aftur gull

So er sjeyheyggjastevnan um at vera av í Rom, og tað sær ikki út til at danir fáa fleiri fólk við til OL. Lotte Friis vann 800 frí og Rikke Møller Pedersen 200 bringu, báðar undir OL-kravtíð; men Andkjær kom ikki í finalu í 100 frí, og tey bæði Chris Christensen og Katrine Holm Sørensen kláraðu ikki kravtíð í sínum. Mads Glæsner valdi av einhvørjari orsøk at melda frá finaluni í 1500 frí. Sí øll úrslit her.


Continue reading Sette Colli dag 3: Rikke og Lotte aftur gull

Sette Colli dag 2: Eingin OL-billett til Chris Christensen

Tað gongur so sum so hjá dønum á sjeyheyggjastevnuni í Rom, Rikke og Lotte svumu gott nokk væl í gjár, men hini eru eitt sindur tung eftir hæddarleguna, sum tit kunnu lesa her á svoem.dk. Í dag skuldi Chris Christensen royna at kvalifisera seg til OL í 400 frí, men endaði hann heili 8 sekund uttanfyri, so har er yvirskriftin “Ingen OL-billet til Chris på 400 IM“. Anders Lie setti tó so við tíðini 1:49.78 persónligt met í 200 frí, sum kann boða frá góðum til 4×200 á OL. Sí øll úrslit her.


Continue reading Sette Colli dag 2: Eingin OL-billett til Chris Christensen

Sette Colli dag 1: Gull til Rikke, silvur til Lotte

So er fyrsti dagur á sjeyheyggjastevnuni í Rom avgreiddur, Lotte Friis megnaði at geva Federica Pellegrini skarpan gang í 400 frí, væl og virðiliga undir OL-kravtíðina, meðan Rikke Møller Pedersen so klárt kláraði at vinna 100 bringu, eisini undir OL-kravtíð. Hinvegin verður Jakob Andkjær mest sannlíkt ikki við í London, eftir at hava svomið seg til eitt síðstapláss í B-finaluni við 22.77, har OL-kravtíðin er 22.11. Sí øll úrslit her.


Continue reading Sette Colli dag 1: Gull til Rikke, silvur til Lotte

Fyrstu innleiðandi riðlar avgreiddir á Setti Colli í Rom

So er Sette Colli stevnan byrjað í Rom, og flestu danir hava roynt seg í teimum innleiðandi riðlunum. Í 400 frí varð Lotte Friis nummar 2 við 4:12.33 aftanfyri Federica Pellegrini á 4:07.86, og Pernille Blume nr 8 við 4:17.03. Í 400 frí varð Mads Glæsner nr 4 við 3:43.42, aftanfyri italsku Detti, Paltrinieri og D’Arrigo á 3:49.92, 3:52.99 og 3:53.00, men frammanfyri franska Rouault á 3:53.84, italska Pizzetti á 3:54.12 og tunesiska Mellouli á 3:43.50.
Continue reading Fyrstu innleiðandi riðlar avgreiddir á Setti Colli í Rom

Nú verða síðstu pláss á danska OL-liðnum avgjørd

Í morgin byrjar Sette Colli stevnan í Rom, sum er seinasti kjansur at kvalifisera seg til OL í London, hjá teimum dønum ið ikki kláraðu kravtíð til OL á Danish Open í vár. Danska svimjisambandið listar her upp at tey trý eru Katrine Holm Sørensen, Jakob Andkjær og Chris Christensen, har tey meta at Katrine hevur bestan kjans í 200 blandað, Jakob í 50 frí og Chris í 400 blandað. Annars luttekur eisini restina av danska OL-liðnum minus Mie Ø. Nielsen og Pál Joensen, Mads Glæsner millum annað í 1500 frí. Sí startlistar og úrslit her, bæði innleiðandi og finalur verða sjónvarpaðar á Rai Sport 2, men netvarp haðani sær út til at verða blokerað uttanfyri Italia.