Óli Mortensen 4:06.44 og GULL í 400 frí á RIG 2013

Óli gull á RIG 2013Óli Mortensen megnaði í kvøld at vinna gull á Reykjavík International 2013, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 4:06.44, frammanfyri norsku Morten Bordevic 4:07.01 og Erik Årsland á 4:08.20. Splitt-tíðirnar siga sína søgu, at tað var Bordevic sum svam fyrstu 50 skjótast, áðrenn Årsdal tók yvir og førdi greitt fram til 300 metrar. Bordevic vann so inn aftur á Årsdal við Óla á sleip, áðrenn Óli síðstu 50 setti spurtin inn, 28.91 sekund ímóti teimum 29.85 hjá Bordevic. Gull til juniorin úr Havnar Svimjifelag, í altjóða seniorkapping, og juniormet eisini, í mun til hansara 4:06.74 frá íslendsku meistarastevnuni í apríl 2012.

Sostatt gull og silvur og tvey juniormet til Óla á RIG 2013, hetta síðsta døgnið í Íslandi. Í morgin luttekur hann í 200 blandað og 200 frí, til ber at fylgja við tíðunum ‘live’ her á aegir.is.

Óli gull á RIG 2013

Óli 4:15.77 og víðari í finalu á RIG 2013

Óli Mortensen luttók í morgun í 400 metra frísvimjing á Reykjavík International, og megnaði hann har við tíðini 4:15.77 at svimja seg í (senior) finaluna, seinnapartin. Tað er eitt sindur frá hansara tilmeldingartíð á 4:06.74, sum so hinvegin er væl skjótari enn nakar av teimum sum svumu 400 frí í morgun. Finalurnar byrja kl 16:30 íslendska tíð, 17:30 í Føroyum, har 400 frí er umleið miðskeiðis í skránni. Sí LiveTiming

Óli Mortensen

Óli Mortensen til Íslands at kappast um vikuskiftið

Óli Mortensen er í hesum døgum í Reykjavík í Íslandi, har hann skal luttaka á árliga Reykjavíkar International, við rættiliga góðum kjansi fyri heiðursmerki. Sambært startlistanum skal hann í kvøld luttaka í 1500 metra frísvimjing, har hann er styrkismettur sum nummar 4, og í morgin er tað so 400 frí, har hann er styrkismettur sum nummar trý. Afturat hesum svimur hann so eisini 200 blandað og 200 frí, sunnudagin. Óli svimur fyri Havnar Svimjifelag. Sí innbjóðing við skrá her.

Óli Mortensen