RIG 2010: Alexander vs Jakob Jóhann

Størstu profilar á Reykjavík International Games í januar vóru heilt víst Alexander Dale Oen úr Noregi og Jakob Jóhann Sveinsson úr Íslandi, sum báðir eru bringusvimjarar, og sum við 870 og 863 FINA stigum stóðu fyri bestu avrikum á stevnuni. Alexander vann holmgonguna millum teir báðar í 50 og 100 metra bringusvimjing; og her er tað so 200 metra bringusvimjing, á evsta degi av stevnuni. Stuttligt at síggja hvussu Alexander er góður til at starta og venda, meðan Jakob Jóhann hálar inn í sjálvari svimjingini.

Íslendskar myndir frá RIG 2010

Ávaring – Google ávarar um møguligt ‘malware’ á www.aegir.is. So lat heldur fyribils verða við at fylgja leinkjum til søguna her niðanfyri, um ikki tit hava firewall og antivirus og alt hatta har …

Um tit ikki hava uppdagað tað longu, so hava íslendingar nú lagt eina rúgvu av myndum frá Reykjavík International 2010 á www.aegir.is. Eg loyvi mær at lána eina her niðanfyri, sum so vítt eg síggi er av Astrið, Biritu, Poulu og Jóhannu.