Úrslit frá Reysta-stevnuni 29. oktober 2016

Her er úrslitalistin frá svimjistevnuni sum Reysti skipaði fyri í svimjihøllini í Leirvíkar skúla, nú leygardagin hin 29. oktober 2016.

Íalt verður tey einir 113 einstaklingar og 13 lið úr øllum 6 virknum feløgum sum kappaðust tilsamans 367 ferðir í 26 kappingum.

Havnar Svimjifelag gjørdist mest vinnandi svimjifelag, við 10 gullheiðursmerkjum, 7 úr silvuri og 9 úr bronsu. Elisabeth Erlendsdóttir úr HS vann við sínum 5 gullheiðursmerkjum mest av øllum, meðan Filip Ilic úr FS við sínum 4 gullheiðursmerkjum vann mest av dreingjum.

Heiðursmerkjabýtið millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa
Havnar Svimjifelag 10 7 9
Fuglafjarðar Svimjifelag 8 6 6
Svimjifelagið Reysti 7 8 4
Suðuroyar Svimjifelag 1 5 5
Ægir     2
Svimjifelagið FLOT      
Tilsamans 26 26 26

Continue reading Úrslit frá Reysta-stevnuni 29. oktober 2016

Startlisti til Reysta-stevnuna 29. oktober 2016

Her er startlistin til Reysta-stevnuna sum verður í svimjihøllini í Leirvíkar skúla í morgin leygardagin hin 29. oktober 2016. Hetta er stevna fyri okkara yngru aldursbólkar. Tey heilsa úr Leirvík, at upphitingin til fyrsta stevnupart byrjar kl 13:00, og at seinna upphiting er framskundað til kl 15:30. Venjarafundur verður kl 13:00.