Innbjóðing til Reysta-stevnu í Leirvík hin 23. november 2013

Viðfest er innbjóðing til Reysta-stevnu 2013, sum Reysti skipar fyri í svimjihøllini í Leirvík, leygardagin hin 23. november 2013, fyri bólk 2 og 3 gentur og 3 og 4 dreingir. Tað eru gentur og dreingir fødd í 2001 og yngri. Tey sum eru árgang 2003 og yngri byrja við upphiting frá kl 12:15 og kapping frá kl 13, og tey sum eru árgang 2001 ella 2002 við upphiting frá kl 15 og kapping frá kl 15:45.

DSC09962

Úrslit frá Reysta-stevnuni 2013

Viðfestur er úrslitalistin frá Reysta-stevnuni í Leirvík í dag, leygardagin 6. apríl 2013. Tað vóru serliga Eyðrið Mortensen og Bartal Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag sum gjørdu nøkur ordans hál í yngra bólkinum, umframt Jónas S. Hansen úr Reysti og Karin S. Midjord úr Havnar Svimjifelag.

DSC00025

(Eyðrið og Bartal við sínum 6 gullmerkjum í part)

Her niðanfyri er tað Eyðrið sum vinnur kappingina í 50 bringu í rættiliga yvirbevísandi stíli