Startlistin til EJM 2013 í Poznan

poznan2013_logoStartlistin til evropeisku juniormeistarastevnuni 2013 sæst nú her á ejc2013poznan.eu, ið avdúkar at teir fimm føroyingarnir sum væntað fara at fáa sera harða kapping. Sum nakað nýtt fara vit hesuferð eisini at luttaka í liðsvimjing, har teir fýra dreingirnir skulu royna seg í 4×100 frí og 4×100 blandað. Sí ejc2013poznan.eu

Mikudag 10. juli

  • Kap. 2, dr. 50 firvald, Markus Joensen nr 55 av 61 við 26.62
  • Kap. 3, ge. 100 frí, Guðrun Mortensen nr 52 av 54 við 1:01.62
  • Kap. 4, dr. 400 frí, Óli Mortensen nr 49 av 59 við 4:06.44
  • Kap. 4, dr. 400 frí, Alvi Hjelm nr 51 av 59 við 4:08.18
  • Kap. 4, dr. 400 frí, Eyðbjørn Joensen nr 59 av 59 við ongari tilm.tíð
  • Kap. 8, dr. 200 bringu, Markus Joensen nr 39 av 41 við 2:32.59
  • Kap. 10, dr. 4×100 frí, eingin tilmeldingartíð

Tey eru í Canet nú, har er veðrið gott

1011721_10201463846267718_2135989333_n

(Jón Bjarnason eigur myndina)
Continue reading Startlistin til EJM 2013 í Poznan

Úttøkur summarið 2013

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Á starvsnevndarfundi týskvøldið 21. mai varð avgjørt at taka hesar svimjarar út til kappingar summarið 2013.

DSC_7058

NMU – Reykjavík – ISL, 13. og 14. juli

  • Lív E. Eidesgaard, 638 fina stig í 100 frí, FM
  • Marius Ihlen Gardshodn, 600 fina stig í 1500 frí, FM
  • Ásbjørg Hjelm, 572 fina stig í 800 frí, FM
  • Róland Toftum, 553 fina stig í 50 frí (liðsvimjing), FM
  • Sólrun Kjærbo, 545 fina stig í 100 blandað, MU
  • Signhild Joensen, 539 fina stig í 100 rygg, MU
  • Barbara Debes, 528 fina stig í 50 frí, FM
  • Jana Thomsen, 506 fina stig í 50 frí (liðsvimjing), MU

Venjarar og ferðaleiðara: Rúni Gaardbo og Morentsa Thomsen.

NMU er í Reykjavík. Farið verður til Íslands 10. juli. Kappingin er 13. og 14. juli.
Continue reading Úttøkur summarið 2013