Stoychev fyrsti maður undir 7 tímar yvir eingilsku kanalina

Sum tit kunnu lesa her, so setti bulgarski Petar Stoychev nýtt heimsmet í at svimja yvirum strætið við Dover, tá ið hann fríggjadagin svam teinin á einans 6 tímar 57 minuttir og 50 sekund. Týski Christof Wandratsch átti gamla metið á 7:03:52, sum Stoychev altso tók við meira enn 6 minuttum. Petar Stoychev vann bronsu á bæði 10 og 25 km í HM í Montreal í 2005, og er eisini sjeyfaldur meistari í onkrum tey kalla ‘FINA Marathon Swimming World Cup‘.