Mellouli 14:34.31 í Moskva

Sí úrslitalista sum PDF-fíla, her á omegatiming.com. Til nú hevur hann ‘bara’ svomið 14:54.73 í ár, tann 18. oktober á World Cup stevnuni í Durban. Men kanska var tað tí at hann bleiv rætt pressaður hesu ferð, av russiska Vitally Romanovich, sum nú í Moskva svam teir 1500 í tíðini 14:40.46. Romanovic luttekur ikki í Stockholm; men tað er væl heilt greitt at Mellouli fyri tað er klárur favorittur at vinna gullið, nú Pál skal yvir at svimja ímóti honum.

Morning SwimShow tosar við Oussama Mellouli

Tíverri bara sum telefonsamrøða úr Moskva við still-myndum av Mellouli; men teir koma tó runt um ymiskt, so sum gullheiðursmerkið í Beijing, og dopingdómin í fjør. Um tit undrast á so væl hesin tunesin tosar enskt, so er tað tí at hann hevur lisið á lærdum háskúla í USA, og eisini býr har nú.
Continue reading Morning SwimShow tosar við Oussama Mellouli