Pál 3:51.06 og gull í 400 frí á ØKM 2014

Danir avgreiða nú sínar økismeistarastevnur, har føroyingar eisini luttaka. Pál Joensen vann fyrstu finalukapping hjá monnum á Østdanske KortbaneMesterskaber í Kastrup, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:51.06, frammanfyri Sebastian Ovesen á 3:54.30 og Niklas Broch Thielemann á 3:59.06. Sí úrslitalistan her.

Emma Festirstein Nystrøm bleiv nummar 18 í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hon svam tann teinin uppá 4:57.64. Her eigur Poula Øssursdóttir Mohr føroyska metið, á 4:57.64 frá Ægir-stevnu í februar 2013.
Continue reading Pál 3:51.06 og gull í 400 frí á ØKM 2014

Magnus og Pál millum favorittarnar á ØKM 2014

Kastrup Svømmehal verður 24. – 26. oktober karmur um Østdanske Kortbanemesterskaber 2014, sum er ein av tveimum økismeistarastevnum hjá dønum áðrenn Danmarks Mesterskaberne på Kortbane hin 20. – 23. november 2014.

Magnus Jákupsson og Pál Joensen eru ikki óvæntað millum favorittarnar at taka gull í sínum sergreinum – Magnus við bestu tilmeldingartíð í 50, 100 og 200 rygg, 50 og 100 firvald, og 100 blandað, og Pál við bestu tilmeldingartíð í 400 og 1500 frí.
Continue reading Magnus og Pál millum favorittarnar á ØKM 2014