Nakrar myndir afturat úr Drammen

Sum tit síggja, so er felagsmyndin komin upp á pláss, phew. Annars frætta vit úr Drammen, at tey hava verið og vant í morgun kl 08:00, og at tey eisini hava fingið okkurt at eta. Har eru flottar Apple teldur til ókeypis nýtslu, vist nokk á hotellinum, so tað fer nokk at bera til at hoyra frá teimum eisini í leypi av vikuskiftinum.

Felagsmynd1
Continue reading Nakrar myndir afturat úr Drammen

NMU-liðið komið fram til Drammen

Føroyska ungdómslandsliðið er nú komið fram til Drammen í Noregi, har tey leygardagin og sunnudagin 3. og 4. juli skulu kappast á norðurlendsku meistarastevnuni fyri Ung. Tey hava havt ávísar trupulleikar við at finna nakað at eta í kvøld, við tað at vertirnir eftir øllum at døma ikki væntaðu at tey komu fyrr enn í morgin. Men tað sær út til at vera avgreitt nú.

Natturi
Continue reading NMU-liðið komið fram til Drammen

Útlit til heiðursmerki í Drammen

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Komandi vikuskifti fara 8 føroyskir svimjarar at kappast á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, sum verður í Drammen í Noregi. Hetta er kapping millum norðurlendsku svimjitjóðirnar annaðhvørt ár, fyri aldursbólkin beint undir junioraldur. Og útlitini eru góð, nú føroysku svimjararnir sambært tilmeldingartíðunum liggja til at kunna vinna bæði gull, silvur og bronsu.

CIMG3558

[Turið, Guðrun og Tanja á Small States 2010 herfyri]
Continue reading Útlit til heiðursmerki í Drammen

Hóparnir til altjóða kapping í summar funnir

Føroyameistarastevnan og juniormeistarastevnan 2010 var sum kunnugt eisini evstamark fyri úttøku til ÉM, EJM, NMU og Small States, sum verða í Budapest, Helsinki, Drammen og Hafnarfirði í summar. Til EM og EJM vóru kravtíðir ásettar, sum svimjararnir skuldu klára í seinasta lagið á FM/JM 2010, meðan Svimjisambandi til NMU og Small States vildi senda teir 8 svimjarar til hesar báðar kappingar, sum kláraðu hægstu FINA stig í einari kapping á FM/JM 2010 ella MU 2010, og har svimjararnir til NMU høvdu aldur til kappingina.

CIMG3369
Continue reading Hóparnir til altjóða kapping í summar funnir