Met eisini 3. dag á NM/NJM 2015

Tað varð til nøkur met afturat men ikki fleiri heiðursmerki til Føroyar, tá ið síðstu finalur vórðu avgreiddar á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015, í Bergen í Noregi. Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti føroyskt met og juniormet í 400 frí og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag føroyskt juniormet í 200 bringu, umframt at báðar liðsvimjingarnar settu juniormet.

Untitled
Continue reading Met eisini 3. dag á NM/NJM 2015

Óli 8:25.26 í 800 frí á Amsterdam Swim Cup 2015

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag royndi seg í dag í 800 metra frísvimjing á Amsterdam Swim Cup 2015, og varð har nr 7 í 800 metra frísvimjing á langgeil, við tíðini 8:25.26. Sí úrslitalistan her. Hetta er eitt sindur frá hansara persónliga meti á 8:13.75, frá Mare Nostrum stevnuni í Canet í juni 2014.

DSC01236

Sára 4:18.31 og føroyskt met í 400 frí á NJM 2015

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2015 svam teinin uppá 4:18.31. Mona Simonsen átti føroyska metið á 4:19.54 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009, og Sára átti sjálv juniormetið á 4:21.27 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Jersey í summar. Tað rakk til eitt 5. pláss á NJM 2015.

Sára R. Nysted á Ægir-stevnu í februar 2015

Róland 2:19.52 og føroyskt juniormet í 200 bringu á NJM 2015

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra bringusvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2015 svam teinin uppá 2:19.52. Hann átti sjálvur juniormetið á 2:20.10, frá HS-stevnu í november mánaða.

Untitled

Róland varð við hesi tíð nr 5 av øllum juniorum í innleiðandi riðlunum, og er sostatt víðari til finaluumfarið í kvøld.

Met og heiðursmerki eisini 2. dag á NM/NJM 2015

Aftur í kvøld varð tað til heiðursmerki og føroyskt met til Føroyar, tá ið næsti finalupartur var á skránni á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015. Sára Nysted og Alvi Hjelm vunnu hvør sítt bronsuheiðursmerki í 400 blandað, har Sára setti føroyskt met og juniormet.

Untitled
Continue reading Met og heiðursmerki eisini 2. dag á NM/NJM 2015

Alvi 4:21.26 og bronsu í 400 blandað á NM 2015

Alvi Hjelm vann fyri løtu síðani bronsuheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2015, tá ið hann í 400 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 4:21.26. Hetta var stórt persónligt met, í mun til hansara 4:24.25 frá tá ið hann vann silvur á Oyggjaleikum í summar.

Untitled
Continue reading Alvi 4:21.26 og bronsu í 400 blandað á NM 2015

Sára 4:50.30, bronsu og føroyskt met í 400 blandað á NJM 2015

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg í áðni til eitt bronsuheiðursmerki á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2015, tá ið hon í 400 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 4:50.30. Hetta er stórt nýtt føroyskt met og juniormet, í mun til hennara 4:51.57 frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Jersey í summar.

20150419DSC05157
Continue reading Sára 4:50.30, bronsu og føroyskt met í 400 blandað á NJM 2015

Video frá NM/NJM 2015

Norðmenn stroyma sum kunnu beinleiðis frá Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015 her á livestream.com, har hvør stevnupartur síðani verður goymdur til at kunna hyggja at seinni.

Men hartil leggur videoanalytikarin hjá teimum video út frá øllum finalum á YouTube rásina hjá norska svimjisambandinum, sum er betri hóskandi til greining. Ávaring, ljóðið er rættiliga hart frá.

Her er juniorfinalan í 200 blandað, har Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag vann bronsu:


Continue reading Video frá NM/NJM 2015

5 føroyingar í finalu á 2. degi av NM/NJM 2015

Aftur í morgun gekk tað heilt ókey hjá føroyingunum á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2015. Ásbjørg Hjelm svam seg í finalu í 50 bringu, Jonna Thomsen í 100 firvald, Sára Nysted og Alvi Hjelm í 400 blandað, og Signhild Joensen í 50 rygg. Hartil fara vit at síggja okkara liðsvimjingar eisini, tá ið finalurnar byrja kl 16:30 føroyska tíð.

Untitled
Continue reading 5 føroyingar í finalu á 2. degi av NM/NJM 2015

Ein góður fyrsti dagur á NM/NJM 2015

Føroyingarnir fingu eina fína byrjan uppá Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2015, nú innleiðandi riðlar vórðu svomnir í morgun og síðani finalur í kvøld. Marius Gardhodn megnaði at vinna silvur í 1500 frí og Sára Nysted bronsu í 200 blandað, umframt at Sára setti føroyskt met og juniormet í 200 blandað, og Róland Toftum juniormet í 100 bringu. Hartil settu báðar stafettirnar føroysk juniormet fyri landslið.

Untitled
Continue reading Ein góður fyrsti dagur á NM/NJM 2015