Pál 14:42.16 og nr 6 í 1500 frí á EM á stuttgeil 2015

Pál Joensen svam seg í kvøld til eitt sættapláss á EM á stuttgeil 2015, tá ið finalan í 1500 metra frísvimjing varð svomin í Netanya, Ísrael. Gullvinnarin Gregorio Paltrinieri setti stórt nýtt heimsmet í 1500 metra frísvimjing, og bronsuvinnarin Henrik Christiansen tók norðurlendsku metini bæði í 800 og 1500 metra frísvimjing.

Untitled
Continue reading Pál 14:42.16 og nr 6 í 1500 frí á EM á stuttgeil 2015

Pál og Alvi nr 15 og 32 í 400 frí á EMS 2015

So er EM á stuttgeil 2015 byrjað her í Netanya í Ísrael, har teir báðir Pál Joensen og Alvi Hjelm í morgun royndu seg í innleiðandi 400 metra frísvimjing. Pál varð nr 15 av 35 við tíðini 3:44.62, og Alvi nr 32 við tíðini 3:55.72. Sí úrslitalistan her, og hoyr samrøður við teir báðar niðanfyri.

Untitled
Continue reading Pál og Alvi nr 15 og 32 í 400 frí á EMS 2015

Føroyingarnir komnir upp á pláss í Netanya

Føroyska svimjilandsliðið er nú komið upp á pláss í Netanya í Ísrael, har EM á stuttgeil byrjar nú mikudagin 2. desember 2015. Svimjararnir hava vant tvær ferðir í dag; fyrst í upphitingarhylinum í morgun og síðani í kappingarhylinum í kvøld. Og tað stendur bara væl til.

Untitled
Continue reading Føroyingarnir komnir upp á pláss í Netanya

Startlisti til EM á stuttgeil 2015

Evropeiska svimjisambandið LEN hevur lagt út ein fyribils startlista til EM á stuttgeil 2015, sum verður í Netanya í Ísrael nú í næstu viku. Pál Joensen hevur styrkismeting sum nr 2 í 1500 metra frísvimjing, og sum nr 10 í 400 metra frísvimjing.

Untitled

Image courtesy of Bryan Doane, CC BY 2.0
Continue reading Startlisti til EM á stuttgeil 2015

Úttøka til EM á stuttgeil 2015

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til 18. evropameistarastevnu á stuttgeil, sum verður í Netanya í Ísrael hin 2. til 6. desember 2015.

  • Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
  • Alvi Hjelm (1996), Ægir
  • Astrið Foldarskarð (1994), Havnar Svimjifelag

Óli Mortensen (1996) úr Havnar Svimjifelag hevur eisini klárað kravtíð til EM á stuttgeil 2015, og fekk tilboð um úttøku, men hevur valt at melda avboð.
Continue reading Úttøka til EM á stuttgeil 2015