Mireia Belmonte 15:19.71 og nýtt heimsmet í 1500 frí

Spanska Mireia Belmonte sorlaði í dag heimsmetið í 1500 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon á sponsku meistarastevnuni svam teinin uppá 15:19.71. Nýsælendska Lauren Boyle átti heimsmetið á 15:22.68. Belmonte vann gull í fýra greinum á HM í Doha, í 200 firvald og 400 blandað har hon í báðum greinum setti heimsmet, og hartil í 400 og 800 frí. 1500 er ikki grein hjá kvinnum á HM á stuttgeil. Kelda: SBS

3 heimsmet afturat sett í vikuskiftinum

Sunnudagin setti ungarska Katinka Hosszu fyrst nýtt heimsmet í 100 metra blandaðari svimjing, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á World Cup stevnuni í Berlin svam 57.45, har hennara heimsmet frá Eindhoven fyrr í vikuni var 57.50. Síðani setti hon í finaluni í 400 metra blandaðari svimjing nýtt heimsmet við tíðini 4:20.85, har heimsmetið hjá amerikansku Julia Smit frá 2009 var 4:21.04. Og so svam spanska Mireia Belmonte 400 frí uppá 3:54.52, har heimsmetið hjá fronsku Camille Muffat var 3:54.85. Hosszu setti sostatt 6 heimsmet uppá 5 dagar, og eigur nú øll heimsmetini á stuttgeil í blandaðari svimjing, meðan Belmonte setti 2 uppá 2 dagar, og eigur tey í 400 og 800 frí.

berlin2013-hosszu-100im-wr

Mireia Belmonte 7:59.34 og fyrsta kvinna undir 8 minuttir í 800 frí

Spanska Mireia Belmonte megnaði í kvøld at seta eitt imponerandi nýtt heimsmet, tá ið hon á World Cup stevnuni í Berlin svam 800 metrar frísvimjing uppá 7:59.34. Franska Camille Muffat átti heimsmetið á 8:01.06 frá í november í fjør, og Belmonte er sostatt fyrsta kvinna nakrantíð sum hevur svomið 800 metrar frísvimjing uppá minni enn 8 minuttir. Sí úrslitalistan her.

Screen Shot 2013-08-10 at 10.29.11 PM