Samandráttur av føroyskum úrslitum á Bergen Swim Festival 2014

So er Bergen Swim Festival 2014 avgreitt, og teir tríggir Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen stóðu seg bara væl. Tilsamans 9 finalur bleiv tað til, tær 12 ferðir teir luttóku, og sum heild svumu teir betri enn sína styrkismeting.

Pál vann gull í 400 frí, meðan Magnus vann silvur í 50 rygg, og bronsu í 100 og 200 rygg.

Fyri tey sum ikki vita tað, so er Pál einasti veruligi føroyski svimjari millum hesar, meðan hinir báðir svimja fyri Danmark. Men við tað at teir allir uppá aðrar mátar eru at rokna sum føroyingar, fylgja vit við 🙂

(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Continue reading Samandráttur av føroyskum úrslitum á Bergen Swim Festival 2014

Magnus 2:01.39 og bronsu í 200 rygg á BSF 2014

Magnus Jákupsson vann sær í kvøld eitt bronsuheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:01.39, aftanfyri estiska Ralf Tribuntsov á 1:58.05 og svenska Simon Sjodin á 2:00.53. Magnus vann eisini bronsu í 100 rygg í kvøld, og hevur harvið vunnið tvey sovorðin tilsamans til nú.

Magnus 23.73 og nr 6 í 50 frí á BSF 2014

Magnus Jákupsson varð í kvøld nummar 6 í 50 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann svam teinin uppá 23.73 sekund. Finalan var skipað sum ein av hesum ‘challenge’ kappingunum, har teir skuldu svimja teir 50 fleiri ferðir, og 2 teir spakuligastu so her vórðu tiknir frá aftaná hvørjar rundu. Og Magnus og Markus vóru so teir óhepnu hesu ferð, væl hugsandi tí at teir júst undan høvdu kappast um heiðursmerki í 100 metra ryggsvimjing.

Magnus 23.41 og víðari til finalu í 50 frí á BSF 2014

Magnus Jákupsson svam seg fyri løtu síðani víðari til finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 50 metra frísvimjing svam teinin uppá 23.41 sekund. Hetta var fimtskjótasta tíð, har Ralf Tribuntsov hevði skjótastu á 22.55 sekund. Frans Johannesen svam 11. bestu tíð á 24.13 sekund, har tað sleppa 7 í finalu í Sentralbadet.

Pál, Frans og Magnus til Bergen Swim Festival 2014

Árliga Bergen Swim Festival byrjar í morgin, við luttøku av altjóða stjørnum sum til dømis suðurafrikanska Cameron van der Burgh, ungarsku Daniel Gyurta og Katinka Hosszu, og føroyinginum Pál Joensen. Danir hava ein rættiliga stóran hóp eisini, av landsliðssvimjarum og úr sonevnda ‘Great Danes’ hópinum, har eisini Frans Johannesen og Magnus Jákupsson teljast ímillum.

(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Continue reading Pál, Frans og Magnus til Bergen Swim Festival 2014