Louise Ørnstedt givin

22 ára gamla Louise Ørnstedt boðar nú sambært Ekstrablaðnum frá, at hon nú gevst heilt við svimjingini. Hon helt eina longri pausu í fjør, men kom so aftur og royndi at venja í 4 mánaðir, áðrenn hon nú endaliga staðfestir at motivatiónin ikki er har longur. Ørnstedt hevur vunnið silvur á HM, verið í trimum finalum á OL, og eigur hartil eina rúgvu av donskum og norðurlendskum metum.