EM 2016 liðugt avgreitt

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

So er EvropaMeistarastevnan 2016 í svimjing farin afturum her í London, og vit síðstu í føroyska hópinum bíða eftir at sleppa heim aftur. Her var tíverri lítið at skriva heim um, við tað at vit hvørki rukku finalu ella settu nakað met – men soleiðis kann tað væl ganga viðhvørt. Lukkutíð var lagið tó gott allan vegin, og tey royndu tað tey kundu.

London Aquatics Centre

Continue reading EM 2016 liðugt avgreitt

Luttakaralistin til EM í London klárur

Nú er luttakaralistin klárur til EM 2016 í svimjing, sum verður í London nú í næstu viku. Frægasta tilmelding hjá føroyingum er ikki óvæntað Pál Joensen í 1500 frí, har hann við 8. bestu tíð liggur til eitt finalupláss – ið tó ikki er sikkurt við tað at tað her á EM skal svimjast innleiðandi eisini í 800 og 1500, til at koma í finalu.

London Aquatics Centre / 2014 IV

(Image courtesy of George Rex, CC BY-SA 2.0)

Continue reading Luttakaralistin til EM í London klárur