Pál ein tíggjundapart frá OL-finaluni í 400 frí

Huff, hatta var so tað, Pál Joensen svam gott, í harðari kapping við Sun Yang og amerikanararnar báðar Conor Dwyer og Peter Vanderkaay, hini kinesin Yun Hao eisini har umleið í riðlinum, til teir fýra at enda togaðu frá Páli í spurtinum. Endaliga tíðin hjá Páli 3:47.36, akkurát ein tíggjundapart frá kanadiska Ryan Cochrane sum við 3:47.26 í riðli 2 varð síðsti maður í finaluna. Nú er at hugsa fram til innleiðandi 1500 frí fríggjamorgunin 3. august, og gleðast um at hann í øllum førum ikki smokkaði burtur í millum.

Screen Shot 2012-07-28 at 12.13.29 PM

Pál svimur í besta riðli í morgin

Startlistanir til 400 metra frísvimjing á OL í London síggjast her, Pál er í síðsta riðli ímóti serliga kinesiska Sun Yang og amerikanska Peter Vanderkaay, fjórðingsføroyski David Carry í næstbesta riðli ímóti Tae Hwan Park og Ryan Napoleon, og Mads Glæsner so í triðbesta riðli ímóti Paul Biedermann og Ryan Cochrane.

Screen Shot 2012-07-27 at 8.58.56 PM

Pál hevur 7. bestu tíð nakrantíð av teimum sum svimja 1500 á OL

Um hugt verður bestu úrslitum nakrantíð í 1500 metra frísvimjing, so er Pál Joensen 13. besti 1500-svimjari nakrantíð, og 7. bestu av teimum sum fara at svimja 1500 nú á OL í London. Ikki at tað tryggjar nakað pláss í OL-finaluni, men tað er øgiligt at síggja ein føroying millum hesi úrslit.

Pál interview í London

  1. 14:34.14 Sun Yang, CHN – heimsmet og gull á HM í Shanghai, 31/7-2011
  2. 14:34.56 Grant Hackett, AUS – heimsmet og gull á HM í Fukuoka, 29/7-2011
  3. 14:37.28 Ous Mellouli, TUN – gull á HM í Rom, 2/8-2009
  4. 14:40.84 Ryan Cochrane, CAN – innleiðandi á OL í Beijing, 16/8-2008, bronsu í finaluni
  5. 14:41.13 Yuri Prilukov, RUS – innleiðandi á OL í Beijing, 16/8-2008, nr 4 í finaluni
  6. 14:41.66 Kieren Perkins, AUS – heimsmet og gull á Commonwealth Games í Victoria, 24/8-1994
  7. 14:45.29 Larsen Jensen, USA – silvur á OL í Athen, 21/8-2004
  8. 14:45.54 Peter Vanderkaay, USA – gull á US Olympic Trials í Omaha, 6/7-2008
  9. 14:45.66 Gergo Kis, HUN – bronsu á HM í Shanghai, 31/7-2011
  10. 14:45.84 Zhang Lin, CHN – innleiðandi á OL í Beijing, 16/8-2008, nr 7 í finaluni
  11. 14:45.94 Mateusz Sawrymowicz, POL – gull á HM í Melbourne, 1/4-2007
  12. 14:45.95 David Davies, GBR, bronsu á OL í Athen, 21/8-2004
  13. 14:46.33 Pál Joensen, FAR – nr 4 á HM í Shanghai, 31/7-2011
  14. 14:46.78 Erik Vendt, USA – gull á stevnu í Santa Clara, 18/5-2008
  15. 14:47.38 Tae Hwan Park, KOR – gull á NSW Championships í Sydney, 12/2-2012

Continue reading Pál hevur 7. bestu tíð nakrantíð av teimum sum svimja 1500 á OL

Tryggingarfelagið og Vodafone eykaloyvi at lýsa við Páli meðan OL er

Nú fleiri hava víst til lýsingar við Páli í miðlunum upp undir OL, so vísir tað seg at akkurát Tryggingarfelagið Føroyar og Vodafone hava rætt at lýsa, hóast hasar strangu reglurnar frá IOC. Hetta er ein avtala gjørd við Dansk Olympisk Komité og IOC, at hesi sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya kunnu lýsa eisini runt sjálvt OL, afturfyri eini samsýning til Dansk Olympisk Komité.

Pál-lýsing á Portalinum

Bara trygdin á OL kostar 530.000 kr per íðkara

Áhugaverd grein her á Jyllands-Posten, har ein Jørgen E. Pedersen heldur at trygdarútreiðslurnar av OL í London eru so ørandi, at man kanska átti at hildið eina pausu og keypt grýtur til tey fátæku í menningarlondum heldur. Bretsku fyriskipararnir hava ‘skvatlað’ góða hálva millión uppá bara at ansa eftir Páli, so gott sum sama upphædd sum Landið avsetur til føroyskan úrvalsítrótt yvirhøvur. Og tá vil ÍSF ikki ein gang avseta alt til Pál (ella aðrar góðar svimjarar), men hevur heldur brúkt hina eftirhondini væl og virðiliga góðu hálva milliónina uppá … hmmm, svar skyldugur.

Pál á kantinum í London

(Pál á kantinum á OL í London. Jón Bjarnason eigur myndina)