Elna Johannesen fortaldi fyri løtu síðani hvørjir svimjarir sleppa við til landsdystin og til World Cup.
Tag: Kringvarpið
Heðin Mortensen ætlar at byggja ein nýggjan svimjihyl í Havn
3-2 sendi í gjár eitt prát við Eyðun Húsgarð, formann í Havnar Svimjifelag, og Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, um trongu umstøðurnar í svimjihylinum í Gundadali.
[Heðin Mortensen og Eyðun Húsgarð. Mynd Jan Arnskov]
Continue reading Heðin Mortensen ætlar at byggja ein nýggjan svimjihyl í Havn
Jon Hestoy á Summarfestival
Dagur og Vika tosaði í gjár við svimjisambandsformannin á Summarfestivalinum í gjár. Tað hevur regnað illa í gjár og í dag í Klaksvík – yvir 100 mm. G! festivalurin fekk 65 mm av regni. Ein regndagur verður defineraður sum >2 mm uppá eitt døgn.
ÚF og SvF skráin mándagin 27. juni
ÚF og SvF skráin mánadagin 27. juni sær soleiðis út á kringvarp.fo samanborið við svimjikappingarnar á Isle of Wight.
Continue reading ÚF og SvF skráin mándagin 27. juni
Úttøkustevnan í 3-2
Kringvarpið vísti í gjár myndir frá úttøkustevnuni og prát við Kristinu Eliasen, Shaila millum Garðarnar, Astrid Foldarskarð og Jon Hestoy.
Afturlit: video frá FM 2006
Her eru finalurnar frá FM 2006 hósdegnum 11. mai. Góðskan er tíverri ikki heilt í lagið. Ljóðið er eitt sindur frammanfyri myndina og sumt er kámað burtur í grátt, talgilt støv. Eisini liggja klippini eitt sindur skeivt. Vit royna at loysa trupulleikan.
Í kassanum undir Youtube-spælaran eru snarvegir til finalur og annað.
Snarvegir:
“3-2” er 75% bóltspæl
Kringvarpssendingin “3-2” vísti í fjør 30 tímar av føroyskum og útlendskum ítrottartíðindum. Fótbóltur, hondbóltur og flogbóltur fingu tillutað ávikavist 14.2 tímar, 5.8 tímar og 2.4 tímar ella samanlagt 75% av senditíðini hjá “3-2”. Svimjingin fekk 1.1 tíma av senditíðini, harav gott helvtin (36 min) var um Pál Joensen. Bogaskjóting, golf, kaving, tennis og billiard fingu onga umrøðu í “3-2” í 2010.
[Gev gætur at talan her einans er um regluligu sendingina mánakvøld og hóskvøld, uttan eyka beinleiðis sendingar. Hartil væntar éin hóskvøldssending frá 1. apríl 2010, tí at hon ikki finst á www.kringvarp.fo]
Fimleikur varð tann stóri taparin, um vit samanbera eksponering í sjónvarpinum við til tal av íðkarum. Fótbóltur, hondbóltur og flogbóltur fingu næstan tvífaldaða umrøðu í sjónvarpinum, í mun til hvat ÍSF limatølini leggja upp til.
[Limatølini á isf.fo skulla takast við fyrivarni. Talan er ofta um avrundaði tøl, sum tó eru á góðari leið samanborin við limatøl í Noregi og Danmark]
26 av 79 sendingum vístu bara eina ítrottargrein. Oftast tók fótbólturin alla sendiskránna, ella kappróður tá ið fótbólturin helt summarfrí. Veruliga fjøltáttaðar sendingar eru í vetrarhálvuni tá ið fótbólturin liggur stillur, og í politiskt røttum løtum sum tá ið public service sáttmálin varð undirskrivaður.
[Trýst á “Ctrl” og “+” á PC fyri at hyggja nærri (zooma) ella “Apple-knapp” og “+” á Mac]
Í public service avtaluni frá oktober 2010 var annars lagt upp til, at ítrottartíðindi skulla vera fjølbroytt:
“Kringvarp Føroya skal leggja seg eftir at viðgera ítrótt úr forkunnugum sjónarhornum. Kringvarp
Føroya skal eisini hava vakið eygað við, tá okkara ítróttarfólk gera seg galdandi í altjóða
kappingum, eisini um tey umboða annað land.Kringvarp Føroya skal á fjølbroyttan hátt viðgera ymsu ítróttargreinirnar. Beinleiðis frásagnir eru
ein týðandi partur av ítróttartilfarinum í Kringvarpi Føroya.”
Í raðfestingini hjá Kringvarpi Føroya er útlendskur fótbóltur á einum fjórðaplássi, aftanfyri føroyskan fótbólt, hondbólt og kappróður, men frammanfyri flogbólt og restina. Útlendskur fótbóltur fekk meira pláss í “3-2” enn føroyskur fimleikur, borðtennis, badminton, judo, talv, frælsur ítrottur, renning, súkkling, ÍSB, kurvabóltur, triatlon, skjóting, ríðing, vektlyfting, seyðahundavenjing, bogaskjóting, golf, kaving, tennis og billiard – tilsamans!
Man kann spyrja, hvønn týdning “3-2” hevur fyri føroyskan ítrott, og kanska umbera Kringvarpið við at heitið á sendindini leggur upp til bóltspæl. Men her vísir serfrøðin á stóra týdningin sum fjølmiðlarnir hava fyri hvør ítróttur er stórur og lítil, sum tá ið bretar leggja í cricket, amerikumenn í kurvabólt, kanadiarar í lacrosse, avstraliarar í footy og danir í hondbólt.
“Dansk håndbold har gennemgået en enorm udvikling siden midten af 1990’erne. Den kommercielle side af den udvikling kan groft sagt forklares med to ord: massiv tv-eksponering.”
(úr bókini “Dansk håndbold: – bredde, elite og kommercialiseringens konsekvenser” Storm og Hedal 2008, Forlaget Bavnebanke)
Kringvarpið hevur snøgt sagt ein møguleika og eina ábyrgd, sum tey mest velja at nýta uppá tríggjar ítróttargreinar. Public service sáttmálin leggur upp til fjøltáttaðar ítróttarsendingar, men hevur í verki ikki havt stórvegis ávirkan á sendiskránna, hvørki áðrenn ella aftaná undirskrivingina í 2010, ella higartil í 2011. At fylgja føroyskum ítróttarfólki uttanlanda er ikki nakað sum verður gjørt, út yvir til fótbólt og hina óhepnu ferðina til HM í svimjing í Rom í 2009, tá ið tíðindaleiðarin eftirfylgjandi mátti sigast upp fyri at hava nýtt pengar uppá tað.
Vegna svimjing.com
Rókur og Bartal
Jon Hestoy í 3-2
Jon Hestoy og Helena Dam á Neystabø tosaðu um 50 m hyl í 3-2 í gjár.
Continue reading Jon Hestoy í 3-2
Ægir svimjarar í Barnaútvarpinum
Barnaútvarpið sendi í gjár eitt prát við nakrar ungar svimjarar úr Ægir. Í sendingina hoyra vit millum annað 2x Victoriu, Jákup, Mariu, Kristu, Jákup, Ronju, Erlu og Ásbjørg. Sendingin liggur her.
Kári møtti Peirsol
Kári bleiv spurdur av Kringvarpinum í Pulsinum, um hann hevði sæð nakrar av teimum stóru stjørnunum. Hann segði, at í dag sá hann sín stóra hetja, Aaron Peirsol, aftaná venjing.
“…vit lógu síð um síð á massagubriksini. Tað var øgiliga stórt”.
Pulsurin verður endursendur í morgin kl 14.00.