Jana 1:00.38 og silvur í 100 frí á Køge Open 2014

Jana Thomsen úr Reysti svam seg í kvøld til silvurheiðursmerki á Køge Open 2014, tá ið hon í finaluni hjá gentum árgang 2000 og eldri svam 100 metra frísvimjing uppá 1:00.38. Jana er árgang 2000, og var greitt tann yngsta í finaluni, har Caroline Eskildsen árgang 1996 úr Køge Svømmeklub svam 1:00.08, og bronsuvinnarin Lærke Viereck árgang 1997 úr Roskilde Svømning svam 1:00.53. Sí úrslitalistan her.

(Jana Thomsen silvur á Køge Open 2014. Morensa Thomsen eigur myndina)

Jana og Rókur í finalu á Køge Open 2014

Sum kunnugt luttekur Reysti á Køge Open 2014, nú samstundis sum danska meistarastevnan á stuttgeil er í Bellahøj, og har gongur eisini bara væl. Tey seta nógv persónlig met, og nú hava tey bæði Jana Bjartalíð Thomsen og Rókur Trygvason eisini svomið seg í finalur í kvøld, Jana í 100 frí og Rókur í 200 bringu. Úrslit frá stevnuni síggjast her frá Herfølge og her frá Køge.

Savnsmynd frá Køge Open 2007