Maðurin sum uppfann firvald er deyður

Jiro Nagasawa var ein av teimum allarfyrstu at svimja firvald við ‘delfinsparki’ heldur enn bringusparki, eftir at firvald gjørdist sjálvstøðu grein í mai 1954, og setti fyrsta heimsmet í greinini í september 1954.

Hann varð nummar 6 í 200 bringu á Olympisku Leikum í Helsinki í 1952, sum var eitt skuffilsi ið skyldaðist gikt í báðum knøunum. Skifti í 1954 vegna pínuna til at gera delfinspørk heldur enn bringuspørk, í tí sum enn æt bringusvimjing, men sum tá varð svomin við framføring yvir vatn (altso tað sum vit í dag kalla firvalda-armtak). Nýggi stílurin vísti seg at vera nógv betri enn tann gamli, og førdi til kontrovers sum endaði við at FINA hetta sama árið valdi at gera firvald til serstaka svimjigrein.
Continue reading Maðurin sum uppfann firvald er deyður