Úrslit frá landsdystinum ISL-FAR 2012 í dag, 13. oktober 2012

Úrslitalistin frá landsdystinum ímillum Ísland og Føroyar sæst nú her á sh.is, ið vísir at íslendingar vunnu rættiliga greitt við 106 stigum ímóti 72, kanska serliga tí at okkara besta 8×50 frí stafett varð kolldømd. Føroyingar vunnu tó nakrar sigrar, serliga í kraft av Páli Joensen sum vann allar tríggjar einstaklingakappingar sum hann kundi luttaka í, men eisini tá ið unga Kristina Elin Thomsen vann 50 firvald hjá kvinnum, og tá ið Óli Mortensen saman við Páli tryggjaði okkum fyrsta og annað pláss í 400 frí hjá monnum.

GEV GÆTUR: Kappingin sæst nú her á SportTV
Continue reading Úrslit frá landsdystinum ISL-FAR 2012 í dag, 13. oktober 2012

Landsdystur ímóti Íslandi á fjórða sinni, og síðani langhyljalega

So er tað tíð til landsdyst aftur, í morgin 13. oktober 2012 frá kl 16 fara 16 føroyingar at royna seg ímóti 16 íslendingum, í 2 ímóti 2 holmgongu í Sundlaug Kópavogs. Kjansurin at vinna á íslendingum er nokk rættiliga lítil, tí liðið er nakað vikna í mun til undanfarin ár, men okkurt stikk munnu vit fara at kunna taka 🙂

GG! Landsdysturin verður sendur beinleiðis á SportTV.is. Tey byrja við innmarsji kl 16:50 føroyska tíð.

CIMG0904
Continue reading Landsdystur ímóti Íslandi á fjórða sinni, og síðani langhyljalega