Úrslit frá HS kapping á Argjum, leygardagin 27. september 2014

Havnar Svimjifelag skipaði í gjár fyri svimjistevnu á Argjum, fyri yngstu aldursbólkarnar 2 og 3 gentur og 3 og 4 dreingir. Hetta eru børn fødd í 2002 og seinni.

Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag nógv flest heiðursmerki, Reysti næstflest og Havnar Svimjifelag triðflest.

Rúni Dahl úr Suðuroyar Svimjifelag vann mest hjá dreingjum og Rebekka Trygvadóttir úr Reysti mest hjá gentum.
Continue reading Úrslit frá HS kapping á Argjum, leygardagin 27. september 2014

Innbjóðing til HS kapping á Argjum, leygardagin 27. september 2014

Havnar Svimjifelag bjóðar í viðfesta skrivi til ‘Argja-kapping’ leygardagin 27. september 2014, í Argja skúla fyri bólk 2 og 3 gentur og bólk 3 og 4 dreingir.

Kappast verður sum vant hjá okkara yngstu aldursbólkum, stuttar teinar í 16 metra hyli, har teir yngstu bólkarnir byrja við kapping klokkan 13 og teir næstyngstu so frá kl 15:45.