Fyrstu innleiðandi riðlar avgreiddir á EM á stuttgeil 2013

So er hava allir føroyingarnir uttan Astrið roynt seg fyri fyrstu ferð á EM á stuttgeil í Herning 2013, og vit mugu tíverri staðfesta at tað kundi hava gingið betri. Eingin føroyingur svam bestu tíð, og eingin rakk til finalu heldur.

DSC02785
Continue reading Fyrstu innleiðandi riðlar avgreiddir á EM á stuttgeil 2013

Føroyski startlistin til dag 1 á EM á stuttgeil 2013

Loksins kom startlistin til fyrsta dag á EM á stuttgeil í Herning 2013, við tíðarætlan fyri nær tær ymisku kappingarnar byrja. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna, úrslitini fara at kunna síggjast so hvørt her. Tíðirnar eru donsk tíð, so trekkið ein tíma frá í Føroyum.

  • 100 rygg kvinnur frá kl 9:33 – Birita Debes í riðli 4 geil 9. Føroyska metið og juniormetið hjá henni er 1:01.46 frá NJM 2010
  • 400 frí menn frá kl 10:46 – Eyðbjørn Joensen í riðli 1 geil 5, Óli Mortensen í riðli 2 geil 0, Alvi Hjelm í riðli 2 geil 8, Pál Joensen í riðli 7 geil 2. Føroyska metið hjá Páli er 3:40.12 frá EM 2009. Føroyska metið hansara 3:42.57 frá EM 2008
  • 100 frí kvinnur frá kl 11:21 – Guðrun Mortensen í riðli 1 geil 6. Føroyska metið hjá Elspu Mørkøre er 57.41 frá DMK 2007. Føroyska juniormetið Guðrun Mortensen 57.62 á FM í mai 2013

DSC04213
Continue reading Føroyski startlistin til dag 1 á EM á stuttgeil 2013

LEN sjósett sína egnu tíðtakingarskipan

Evropeiska svimjisambandið nýtir ikki longur Omega Timing, men hevur skift til eina skipan tey sjálvi hava mennt í felag við Alge Timing, ið tey á tekniska fundinum í dag kallaðu fyri “LEN Timing System”. Live Timing frá EM 2013 nú í Herning verður tí heldur ikki á vanliga www.omegatiming.com, men í staðin her.

Screen Shot 2013-12-11 at 6.45.11 PM

Pál er í finaluni í 1500 frí á EM í Herning 2013

Danir hava almannakunngjørt startlistan til EM á stuttgeil, nú hósdag til sunnudag 12. – 15. desember 2013, og kunnu vit har staðfesta at Pál Joensen enn einaferð megnar at seta Føroyar á heimskortið, tá ið hann leygardagin 11. desember í Boxen í Herning stutt eftir kl 15:30 føroyska tíð luttekur í finaluni í 1500 metra frísvimjing, við fimtbestu tíð.

Jyske Bank Boxen, venue of the 2013 European SC Swimming Championships

Italiumaðurin Gregorio Paltrinieri hevur bestu tíð 14:27.58, danski Mads Glæsner næstbestu 14:30.01, ukrainski Sergiy Frolov triðbestu 14:30.87, ungarski Gergo Kis fjórbestu 14:34.69, Pál fimtbestu 14:36.93, og polski Mateusz Sawrymowicz sættbestu 14:38.29.
Continue reading Pál er í finaluni í 1500 frí á EM í Herning 2013