Føroyski startlistin til dag 1 á EM á stuttgeil 2013

Loksins kom startlistin til fyrsta dag á EM á stuttgeil í Herning 2013, við tíðarætlan fyri nær tær ymisku kappingarnar byrja. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna, úrslitini fara at kunna síggjast so hvørt her. Tíðirnar eru donsk tíð, so trekkið ein tíma frá í Føroyum.

  • 100 rygg kvinnur frá kl 9:33 – Birita Debes í riðli 4 geil 9. Føroyska metið og juniormetið hjá henni er 1:01.46 frá NJM 2010
  • 400 frí menn frá kl 10:46 – Eyðbjørn Joensen í riðli 1 geil 5, Óli Mortensen í riðli 2 geil 0, Alvi Hjelm í riðli 2 geil 8, Pál Joensen í riðli 7 geil 2. Føroyska metið hjá Páli er 3:40.12 frá EM 2009. Føroyska metið hansara 3:42.57 frá EM 2008
  • 100 frí kvinnur frá kl 11:21 – Guðrun Mortensen í riðli 1 geil 6. Føroyska metið hjá Elspu Mørkøre er 57.41 frá DMK 2007. Føroyska juniormetið Guðrun Mortensen 57.62 á FM í mai 2013

DSC04213

Dag 2 svimja føroyingarnir soleiðis

  • 50 firvald kvinnur frá kl ?? – Birita Debes í riðli 1 geil 3, Astrið Foldarskarð í riðli 2 geil 7
  • 100 frí menn frá kl ?? – Eyðbjørn Joensen í riðli 2 geil 0

Dag 3 svimja føroyingarnir soleiðis

  • 50 rygg kvinnur frá kl 9:30 – Birita Debes í riðli 4 geil 9
  • 100 firvald kvinnur frá kl ?? – Astrið Foldarskarð í riðli 1 geil 8
  • 1500 frí menn frá kl ?? – Óli Mortensen í riðli 1 geil 3, Pál í finaluni seinnapart

Dag 4 svimja føroyingarnir soleiðis

  • 50 frí kvinnur frá kl 9:30 – Astrið Foldarskarð í riðli 1 geil 1, Guðrun Mortensen í riðli 1 geil 2, Birita Debes í riðli 1 geil 8
  • 200 frí menn frá kl ?? – Óli Mortensen í riðli 2 geil 2, Eyðbjørn Joensen í riðli 2 geil 7, Alvi Hjelm í riðli 2 geil 8, Pál Joensen í riðli 5 geil 1

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.