Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu í gjár fyri fimtu Føroysku Open Masters Meistarastevnu, í svimjihøllini í Klaksvík. Luttøkan var serstakliga góð, bæði tá ið tað kom til tal av luttakarum og støði í kappingini. Og veitslan aftaná var enn betri. Myndir og video koma seinni.
Tag: FOMM 2014
Startlisti til FOMM 2014
Nú leygardagin verður fimta Føroya Opna Masters Meistarastevna, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Svimjihøllini í Klaksvík. Sí innbjóðing her. Svend Åge hevur í kvøld sent út viðfesta startlista, vinarliga boðið frá um okkurt ikki er sum tað eigur at vera.
Innbjóðing til FOMM 2014 í Klaksvík, leygardagin 15. november 2014
Viðfest er innbjóðing til fimtu Føroya Opnu Masters Meistarakapping, sum verður í Svimjihøllini í Klaksvík leygardagin hin 15. november 2014, í fyri svimjarar eldri enn 25 ár.
Tíðarætlanin er hendan:
- 16:00 Upphitingin byrjar
- 17:30 Kappingarnar byrja
- 19:30 Liðugt
- 21:00 Hugnaløta við mati