“LIVE” síðan klár til World Cup

So skuldi www.svimjing.com/live verið klár til World Cup, við bæði “live timing” og “live streaming” frá svimjistevnunum í Moskva, Stockholmi og Berlin, umframt møguleika at chatta, síggja føroysk videobrot, og lesa feskastu ‘tweets’ frá stjørnunum.
Continue reading “LIVE” síðan klár til World Cup

Pál til Moskva at kappast ímóti heimsins bestu

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya:

Pál Joensen fer nú fríggjadag og leygardag tann 6. til 7. november at kappast á World Cup svimjistevnuni í Moskva, ímóti nøkrum av heimsins bestu langteinarum. Hetta er fyrsta av trimum World Cup stevnum hjá Páli Joensen í november, sum liður í fyrireikingunum ímóti evropameistarastevnuni á stuttgeil í Istanbul í desember.

Pál Joensen í "Olimpiyskiy"
Continue reading Pál til Moskva at kappast ímóti heimsins bestu

So er startlistin klárur til World Cup í Moskva

So hava russarar endaliga leysgivið startlistan til World Cup í Moskva í morgin, sum tí kann síggjast her á omegatiming.com. Vit síggja at Pál Joensen hevur fimtbestu tíð í 400 frí, umframt eina sum í øllum førum røkkur til finalupláss í 1500 frí (við tað at hann ikki skal svimja spakuligari riðlar). Kappingin í 400 frí eru serliga Nikita Lobintsev úr Russlandi, Mads Glæsner úr Danmark, Mikhail Polishchuk úr Russlandi og Dominik Meichtry úr Sveits, umframt Vitaly Romanovich úr Russlandi. Innleiðandi 400 frí verður svomið eitt sindur seint í stevnupartinum í morgin árini, sum annars byrjar longu kl 07:00 føroyska tíð, og so finaluna eisini eitt sindur væl eftir kl 14:00 í morgin, tá ið finaluparturin byrjar. Finalan í 1500 frí er hinvegin fyrsta kapping leygardag seinnapart, kl 14:00 føroyska tíð (17:00 Moskva tíð).

Føroyingarnir komnir til Moskva

Jón Bjarnason skrivar her á svimjing.com, at teir fara at venja nú um einar 25 minuttir, at teir búgva saman við dønum, og at internetið er fínt og ókeypis á hotellinum. So har eru vónir fyri at frætta frá teimum, í leypi av tíðini í Moskva, um enn russar sjálvir ikki finna útav at koma við einum startlista. Pál skrivar á Facebook at ‘tað er kølið í Moscow’, og Jessica Hardy skrivaði á Twitter í dag at “Pool here has no signs in English! Walked in2 a stairway to roof instead of shower, oops! Have a Russian Trojan teammate here, so helpful!”. Verðin er av sonnum ‘sosial’ í dag 🙂

Luttakaralistin til World Cup í Stockholm er klárur

Sviar hava nú lagt út luttakaralistan til World Cup í Stockholm tann 10. til 11. november, ið frá byrjan til enda er fylltur við heimsstjørnunøvnum. Lotte Friist er fremst í 800 frí, Amaury Leveaux í 100 frí, Coralie Balmy í 200 frí, Cameron van der Burgh í 50 bringu, “Lethal” Leisel Jones í 100 bringu, og so framvegis. Pál Joensen luttekur sum kunnugt eisini í Stockholm, við styrkismeting sum nr 9 í 400 frí, og sum nr 2 í 1500 frí. Áðrenn hetta skal Pál luttaka á World Cup í Moskva, men tann luttakaralistin er torførari at finna.

Alshammar eisini heimsmet í 50 firvald

Svenska Therese Alshammar meldaði frá finaluni í 100 blandað í kvøld, hóast hon setti heimsmet í greinini í morgun, og gav so í staðin alt í 50 metra firvalda finaluni. Nýggja heimsmetið er 24.75, har heimsmetið hjá avstralsku Marieke Guehrer frá World Cup í Berlin í fjør var 24.99. Les swimmingworldmagazine.com