Vísindin aftanfyri ‘delfinsparkið’

Áhugaverd grein her á npr.org, um “The Science Behind Swimmers’ Dolphin Kick”. Svimjing í vatnskorpuni skapar aldur sum eru eyka mótstøðu, og tað kann tí loysa seg at svimja so nógv undir vatnskorpuni sum gjørligt, um man er førur fyri at svimja tað við nóg nógvari ferð. Og her er tað serliga týðandi at hava stórar og liðiligar føtur: Granskarar á The George Washington University hava simulerað svimjarar sum til dømis Natalie Coughlin á teldu, og staðfesta at næstan 90% av framdriftini frá delfinsparkinum kemur frá øklinum og fótinum, heldur enn frá restina av rørsluni.