Heiðursmerki og met til føroyingar eisini fimta kvøld á Danish Open 2016

Í kvøld vórðu síðstu finalur avgreiddar á Danish Open 2016, og gekk tað aftur avbera væl hjá føroyingum. Magnus Jákupsson vann silvur í 100 firvald, og Róland Toftum setti føroyskt met og juniormet í 50 bringu.

2016-04-17_08-46-53

Continue reading Heiðursmerki og met til føroyingar eisini fimta kvøld á Danish Open 2016

Róland føroyskt met og B-finala í 50 bringu á Danish Open 2016

Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á Danish Open 2016 svam teinin uppá 29.89. Hann átti sjálvur føroyska metið á 30.01, frá FM á langgeil í mars mánaða. Hetta rakk til eitt 9. pláss og B-finalu millum teir 28 sum luttóku í innleiðandi riðlum í morgun, og er Róland nú fyrsti føroyingur undir 30 sekund í 50 bringu á langgeil. Og tað so ruddiliga eisini. Sí úrslitalistan her.

2016-04-17_10-34-55

Heiðursmerkir, met og OL-billett, 4. kvøld á Danish Open 2016

Enn eitt fantastiskt kvøld hjá føroyingum á Danish Open: Signhild setti føroyskt met og juniormet í 50 rygg, Pál og Óli vunnu heiðursmerkir í 1500 frí, og Pál tryggjaði sær pláss til Olympisku Leikir í Rio de Janeiro í summar.

Pál við til OL 2016

Continue reading Heiðursmerkir, met og OL-billett, 4. kvøld á Danish Open 2016

Signhild juniormet og víðari til A-finalu í 50 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 50 metra ryggsviming, tá ið hon á Danish Open 2016 svam teinin uppá 30.50. Hetta var nóg gott til at hon kom víðari til A-finaluna eisini, við fjórbestu tíð av teimum 33 sum luttóku í morgun. Sí úrslitalistan her.

Signhild Joensen á Danish Open 2016

Met og finalupláss til føroyingar eisini 3. morgun á Danish Open 2016

Triði morgun er nú farin afturum á Danish Open 2016, har føroyingar aftur gjørdu vart við seg. Astrið og Signhild hava sett føroysk met, og ein rúgva svomið seg í finalur.

Untitled

Continue reading Met og finalupláss til føroyingar eisini 3. morgun á Danish Open 2016

Astrið føroyskt met og í finalu á Danish Open 2016

Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag setti í morgun nýtt føroyskt met í 50 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2016 svam teinin uppá 27.19 sekund. Hetta rakk eisini til eitt pláss í B-finaluni seinnapartin. Astrið átti sjálv nú farna føroyska metið, sum var 27.21 frá tá ið hon vann gull á FøroyaMeistarastevnuni á Langgeil í mars mánaða. Sí úrslitalistan her.

Untitled

Signhild gullnál og føroyskt met, og í finalu á Danish Open 2016

Signhild Joensen úr Ægir svam seg í morgun víðari til finalu á Danish Open 2016, við 5. bestu tíð av teimum 26 sum luttóku í innleiðandi riðlunum. Tíðin hjá henni var 1:04.54, sum er nýtt føroyskt met og juniormet í mun til hennara 1:04.67 frá FøroyaMeistarastevnuni á Langgeil í mars mánaða. Og, tað er eisini undir gullnálatíðini hjá Svimjisambandi Føroya í greinini, sum er 1:04.54. Sí úrslitalistan her, finalan verður seinnapartin í dag.

Signhild Joensen á Danish Open 2016

(Signhild Joensen á Danish Open 2016. Jón Bjarnason eigur myndina)

Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á Danish Open 2016

Aftur í kvøld hava føroyskir svimjarar prógvað sítt virði, tá ið næsta sett av finalum varð avgreitt á Danish Open 2016. Í 200 blandað vann Frans Johannesen úr Esbjerg gull, meðan Alvi Hjelm úr Ægir varð nr 4 við stórum persónligum meti. Og í 800 frí vann Óli Mortensen úr Havnar Svimjifell gull, eisini við stórum persónligum meti.

Screen Shot 2016-04-14 at 20.24.14
Continue reading Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á Danish Open 2016