Danir krossa fingrar fyri 4×200 frí stafettini

Tað eydnaðist ikki nøkrum av mannligu svimjarunum hjá dønum at kvalifisera seg til HM í Kazan, tá ið í dag skuldu royna seg í 200 metra frísvimjing. So nú bíða Frans og teir eftir hvussu tað gongst hjá Anders Lie og øðrum í USA eitt sindur seinni í apríl, áðrenn teir vita um 4×200 stafettin sleppur við til Kazan.
Continue reading Danir krossa fingrar fyri 4×200 frí stafettini

Sára 5:13.91 og nýtt føroyskt met í 400 blandað

Sára Ryggshamar Nysted setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hon í C-finaluni á Danish Open 2015 svam teinin uppá 5:13.91. Hetta var eitt gott petti afturat av føroyska metinum í greinini, sum var Elspa Mørkøre 5:27.85 frá RIG 2005 til Sára í innleiðandi riðlunum í morgun svam teinin uppá 5:14.65. Sí úrslistalistan her.

Alvi 4:36.22 og nr 4 í 400 blandað á Danish Open 2015

Alvi Hjelm úr Ægir varð fyri løtu síðani nr 4 í 400 metra blandaðari svimjing, á Danish Open stevnuni í Bellahøj. Tíðin 4:36.22 var nýtt persónligt met, í mun til hansara 4:38.12 frá innleiðandi riðlunum í morgun, og bara 85 hundraðpartar av einum sekundi frá føroyska metinum hjá Bartali Hestoy, sum er 4:35.37 frá HM í Barcelona í 2013. Sí úrslitalistan her.

Alvi í 400 blandað finalu á Danish Open 2015

Alvi Hjelm svam seg í morgun í finalu á Danish Open 2015, tá ið hann í 400 metra blandaðari svimjing svam teinin uppá 4:38.12. Bartal Hestoy eigur føroyska metið á 4:35.37, frá HM í Barcelona í 2013.

Tíðin hjá Alva var tann sættskjótasta av teimum 23 sum luttóku í innleiðandi riðlunum í morgun. Besta tíð hjá Alva sjálvum er 4:40.21, frá Reykjavík International Games 2015.

Alvi luttekur fyri Esbjerg á Danish Open 2015, men er heimahoyrandi í Ægir í Klaksvík.

úrslitalistan her.

Frans í 200 frí finalu á Danish Open 2015

Frans Johannesen svam seg í morgun til finalu á Danish Open 2015, tá ið hann í 200 metra frísvimjing svam fjórskjótastu tíð 1:52.15.

Teir eru fýra danskir svimjarar í finaluni, har Magnus Westermann hevur bestu tíð 1:50.60 og Daniel Skaaning næstbestu 1:51.68, og Sebastian Ovesten so er 8. skjótast við 1:53.01.

Kravtíðin hjá dønum er 1:48.39, til at kunna kvalifisera seg til HM í Kazan í summar. Hartil kemur so tað, at hvørt land bara kann stilla við 2 svimjarum.
Continue reading Frans í 200 frí finalu á Danish Open 2015

Góð úrslit aftur í morgun á Danish Open 2015

Svimjararnir avgreiddu í morgun næsta part av innleiðandi riðlum á Danish Open 2015, og gekk tað bara heilt ókey hjá føroyingum. Bestu úrslit vóru væl tá ið Sára Ryggshamar Nysted setti føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing, og tá ið Alvi Hjelm svam seg í finalu í somu grein.
Continue reading Góð úrslit aftur í morgun á Danish Open 2015

Sára 5:14.65 og føroyskt met í 400 blandað

Sára Ryggshamar Nysted setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2015 svam teinin uppá 5:14.65.

Elspa Mørkøre átti føroyska metið á 5:27.85, frá Reykjavík International Games í 2005, og tíðin hjá Sáru var sostatt ein betring uppá hetta við meira enn 13 sekundum.
Continue reading Sára 5:14.65 og føroyskt met í 400 blandað

Vár 9:24.35 og juniormet í 800 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti nú seinnapartin stórt nýtt føroyskt juniormet í 800 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon í skjótasta riðli á Danish Open 2015 í Bellahøj svam teinin uppá 9:24.35.

Untitled

Victoria Wigant Eysturdal átti føroyska juniormeti á 9:28.80, frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012, meðan Mona Simonsen eigur føroyska metið á 9:18.65 frá HM í Melbourne í 2007.
Continue reading Vár 9:24.35 og juniormet í 800 frí

Pál 7:52.82 og gull í 800 frí á Danish Open 2015

Pál Joensen svam seg nú seinnapartin til gullheiðursmerki á Danish Open 2015, tá ið hann í skjótasta riðlinum í 800 metra frísvimjing svam teinin uppá 7:52.82. Hetta var nýtt stevnumet, í mun til 7:58.13 sum Mads Glæsner svam í fjør, og eftir øllum at døma besta tíð í heiminum í ár.

Pal Joensen's 800 Free World Best Leads Handful of Top 5s at Danish Open

Posted by Swimming World on Saturday, March 28, 2015


Continue reading Pál 7:52.82 og gull í 800 frí á Danish Open 2015

Live stream og úrslit frá Danish Open 2015

Danir skipa sum kunnugt fyri Danish Open nú leygardagin til týsdagin 28. – 31. mars 2015, við luttøku av eisini nógvum føroyingum. Og vit hava rættiliga góðar møguleikar at fylgja við á netinum:

Danska svimjisambandið hevur hartil stovnað sær hesa Twitter-kontu, og viðmæla hashtag #DanishOpen15 til at fylgja við tíðindum haðani.

Hartil er tíðindamiðilin svoem.dk hjá danska svimjisambandinum, og offisiella síðan svoem.org.

Innleiðandi riðlar eru frá kl 10:00 danska tíð, sum er kl 09:00 her í Føroyum. Finalurnar eru frá kl 17:30 danska tíð, allar dagar uttan týsdagin tá ið tær eru frá kl 17:00.