Danir krossa fingrar fyri 4×200 frí stafettini

Tað eydnaðist ikki nøkrum av mannligu svimjarunum hjá dønum at kvalifisera seg til HM í Kazan, tá ið í dag skuldu royna seg í 200 metra frísvimjing. So nú bíða Frans og teir eftir hvussu tað gongst hjá Anders Lie og øðrum í USA eitt sindur seinni í apríl, áðrenn teir vita um 4×200 stafettin sleppur við til Kazan.

Magnus Westermann var við tíðini 1:49.37 skjótast nú á Danish Open 2015 og nærmast kravtíðini 1:48.39. Næstur honum var Daniel Skaaning við 1:49.42, meðan Frans Johannesen varð 3. skjótasti dani við 1:51.76, og Sebastian Ovesen síðani eitt lítið sekund aftanfyri á 1:52.70.

Men har eru nakrir danskir svimjarar sum ganga á skúla í USA, ið hava fingið eykaloyvi til at royna eftir kravtíðunum har yviri. Teir kunnu so fyri tað fyrsta svimja seg til at luttaka sum einstaklingar, og í aðru atløgu tryggja 4×200 stafettini pláss í Kazan.

Úrslitalistin frá 200 frí í dag sæst her

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.