Stór føroysk luttøka á Danish Open 2014

Danska svimjsambandið skipar nú 27. til 30. mars fyri Danish Open 2014, við luttøku av eisini nógvum føroyingum. Hóast hetta ikki er meistarastevna sum so, so er hetta ein ógvuliga týðandi stevna fyri tey sum royna at koma á donsku landsliðini, við tað at hon er úttøkustevna hjá teimum til bæði EM og EJM 2014. Fyri okkum føroyingar verða mest spennandi kapping vælsagtans holmgongurnar millum Pál Joensen og Mads Glæsner á longru teinunum, umframt í hvønn mun teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen klára at svimja seg á danska landsliðið til EM í Berlin.

(Magnus Jákupsson, Frans Johannesen og Pál Joensen á Danish Open 2012 í Bellahøj. René Thomsen tók myndina.)

Startlistin til stevnuna sæst her á svoem.org, og Live Timing verður her. Eg royni her niðanfyri at lista upp teir føroyingar sum eg fann á listanum, íroknað teir sum svimja fyri Danmark. Um onkur er dottin burtur í millum, so fráboðið endiliga 🙂

Kapping 2, 100 bringa kvinnur (57 luttakarar)

  • Turið S. Christiansen (1996, Ægir) 1:17.23 (53)
  • Ásbjørg Hjelm (1999, Ægir) 1:17.38 (54)

Continue reading Stór føroysk luttøka á Danish Open 2014