Onkur føroyingur við í Christiansborg Rundt í morgin

Danska Svimjisambandið spílar seg út á www.svoem.dk, nú tey fyri fyrstu ferð nakrantíð fara at skipa fyri einum FINA-tiltaki, við 10 kilometra havsvimjingini rundt Christiansborg í morgin leygardag. Hetta er partur av World Cup seriuni hjá FINA í “Open Water” svimjing, og hartil skipa danir fyri eini 2 kilometra motiónskapping á sama strekki, har vit millum annað í startlistanum síggja, at fyrrverandi HS svimjarin Jóannes á Fløtti fer at luttaka. Sí videobrot og frágreiðingar av tiltakinum á www.svoem.dk og www.openwater.dk, og gev gætur at danska svimjisambandið sambært SwimNews.dk fer at streama ‘live’ frá tiltakinum á heimasíðuni www.svoem.dk í morgin – bæði frá World Cup og frá motiónskappingini.