Svimjararnir hoyra sínar splitt-tíðir í hylinum í London

Áhugavert ‘tweet’ her frá Elizabeth Simmonds, sum í gjár kvalifiseraði seg fyri Bretland til OL í 200 rygg. Regla SW 10.16Regla SW 10.16 hjá FINA sigur enn at “No pace-making shall be permitted, nor may any device be used or plan adopted which has that effect”, sum her í Føroyum ofta verður fylgd so væl at sjálvt vegg-ur í høllini verða sløkt, til at umganga at svimjararnir kunnu brúka tey. Men á stóru altjóða stevnunum vigar tørvurin at geva áskoðarum splitt-tíðir tyngri enn at risikera at svimjararnir eisini síggja tær … og nú fer tað eftir øllum at døma eitt stig longri.


Continue reading Svimjararnir hoyra sínar splitt-tíðir í hylinum í London

Lotte brúkti møguleikan at venja seg við OL-hylin

Lotte Friis hevur vant nógv nú á British Trials í London, til at venja seg við hylin. Annars stuttlig samrøða her, sum Lars roynir at hava meðan starturin gongur í høllini … noydd at teska og alt eina løtu, og man sær ordilig hvussu teir á-so-ordiligu bretarnir venda sær 🙂

Lars prátar við Rikke eftir at hon vann 200 bringu í London

Lars Sørensen tosar við Rikke Møller Pedersen eftir at hon vann gesta-finaluna í 200 metra bringusvimjing á British Trials. Ahem, nokk so eyðsýnt at hon tó so ikki veit um tað gekk gott ella illa, fyrr enn hon hevur fingið eftirmeting frá Wildeboer 🙂

Mie Ø. Nielsen 0.2 sekund frá kravtíðini til London

Mie Ø. Nielsen morlaði í gjár sítt juniormet í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon á British Trials í OL-hylinum í London vann finaluna fyri ikki-bretar við tíðina 1:01.04, har hennara juniormet frá Reykjavík International í januar var 1:01.51. Hon er nú bara umleið 2 tíggjundapartar frá OL-kravtíðini á 1:00.82, men er tó rættiliga sjálvsøgd, við tað at danir skulu mest sannlíkt skulu brúka hana til stafettina í 4×100 blandað, sum hon var við til at kvalifiserað tey í á HM í Shanghai. Sí t.d. grein í Politiken.