Rikke Møller Pedersen 2:19.11 og heimsmet í 200 bringu

Danska Rikke Møller Pedersen megnaði í kvøld at seta nýtt heimsmet í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í hálvfinaluni vant burtur úr hinum og svam 2:19.11, har heimsmetið hjá amerikansku Rebecca Soni frá OL í London var 2:19.59. Hetta er risastórt; sambært keldum hevur eingi dani sett heimsmet á langgeil síðani Knud Glei í 1952. Russiska Yuliya Efimova svam næstbestu tíð 2:19.85. Finalan er í morgin. Sí úrslitalistan her.

Rikke 200 breast WR at BCN2013

Pál 7:52.57 og nr 7 í 800 frí á HM 2013 í Barcelona

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í finaluni í 800 metra frísvimjing á HM 2013 í Barcelona, og varð hann har nr 7 av teimum 8 luttakandi í finaluni. Tíðin 7:52.57 var nakað verri enn hansara tíð frá innleiðandi sum var 7:50.81; men er tó enn ein heimsklassatíð.

Gongdin í kappingini var tann, at feltið sum heild legði hart út, við Sun Yang og øðrum á odda. Pál legði ikki heilt so hart út sum teir skjótastu, og dragnaði so líðandi til at liggja aftast í riðlinum, inntil seinastu metrarnar har hann tók aftur Oussama Mellouli. Sí úrslitalistan her.

Eg havi ikki sjálvur fingið tosað við Pál enn, men skilji á øðrum at hann nú aftaná heldur at hann burdi havt lagt harðari út. Munurin gjørdust ov stórur millum teir fremstu og hann, til at hann kundi taka teir aftur, og so kundi tað kanska vera líkamikið. Venjarin Shannon Rollason sigur at teir nú eru tað klókari.

So nú er at rysta hetta av sær, og royna at koma í finaluna í eisini 1500 frí.

 

Bartal 2:09.46 í 200 blandað á HM í Barcelona

Bartal Hestoy luttók fyri løtu síðani í 200 metra blandaðari svimjing, á heimsmeistarastevnuni á langgeil 2013 í Barcelona. Hann megnaði at svimja seg til eitt persónligt met 2:09.46, har besta tíð hjá honum áðrenn hetta var 2:10.16 á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í juni mánaða. Magnus Jákupsson eigur føroyska metið á 2:06.92. Sí úrslitalistan her.

DSC00725