Arena afturkallar 3 útgávur av Carbon-Pro (!)

Arena hevur í dag valt at afturkalla 3 útgávur av Carbon-Pro modellunum hjá sær, tí at hesar ikki lúka treytunum hjá FINA). Støðan er eftir øllum at døma at FINA í februar keypti nakrar draktir sum liður í stikkprøvu-kanning, har tey staðfestu at luft ikki slapp so lætt ígjøgnum tær sum reglurnar krevja, og Arena hevur síðani staðfest at trupulleikin eftir øllum at døma er komin fyri vegna eina tillaging í framleiðsluháttinum, sum tey her í vetur framdu til at dekka øktan eftirspurning. Og hesar draktir framleiddar í desember 2012 og tíðliga í 2013 eru tí ikki longur lógligar, frá í morgin av at rokna, sí pressuskriv frá Arena:

  • AR220993 – woman full body open back
  • AR220994 – woman full body closed back
  • AR141364 – man jammer

Um tit hava keypt eina sovorðna drakt, so kunnu tær eftir øllum at døma frítt býtast um við at seta seg í samband við support.arenapowerskin.com. Men tað er sjálvsagt óvanliga óheppin timing, um ætlanin var at brúka draktina til dømis nú á Føroyameistarastevnuni 2013, sum byrjar hósdagin.