Cecilia 8:58.47 og føroyskt met í 800 frí

Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir setti í dag stórt nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing, tá ið hon á Norðoya Sparikassa stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 8:58.47. Mona Simonsen átti føroyska metið á 8:58.61, frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009.

Tíðin hjá Ceciliu er undir kravtíð til Oyggjaleikir á Jersey í summar, sum er 9:07.86. Og hon er eisini skjótari enn vinnaratíðin frá Oyggjaleikum á Bermuda í 2013, sum var Emily Bashfort av Jersey 8:59.64.

So har eru góð útlit fyri úrslitum á Jersey, nú Vár E. Eidesgaard eisini svam undir vinnaratíðina frá Bermuda.

Vár 8:59.27 og føroyskt juniormet í 800 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 800 metra frísvimjing, tá ið hon á Norðoya Sparikassa stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 8:59.27. Cecilia Wigant Eysturdal átti juniormetið á 9:05.44, frá Ægir stevnuni í februar 2012.

Vár betraði næstan 16 sekund um sína bestu tíð, frá 9:15.16 sum hon svam á HS-stevnuni í november í fjør, til nú at svimja skjótari enn kravtíðin til Oyggjaleikir á Jersey í summar, sum er 9:07.86.

Og tíðin hjá Vár er eisini skjótari enn vinnaratíðin frá Oyggjaleikum á Bermuda í 2013, sum var Emily Bashforth av Jersey 8:59.64.

Sára 2:21.20 og føroyskt juniormet í 200 blandað

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hon á Norðoya Sparikassa stevnuni í Klaksvík í dag svam teinin uppá 2:21.20. Turið S. Christiansen átti føroyska metið á 2:23.95, frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í 2012.

Ásbjørg 1:13.93 og føroyskt juniormet í 100 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í morgun stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 1:13.93. Hon átti sjálv juniormetið á 1:14.52, og var hetta sostatt ein persónlig betring hjá henni á meira enn eitt hálvt sekund. Malan Vitalis Bærendsen eigur føroyska metið á 1:13.13, frá tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum á Álandi í 2009.

Sára 1:06.74 og nýtt føroyskt juniormet í 100 blandað

Rætting, úrslitalistin sigur at Sára svam teinin uppá 1:06.74, heldur enn 1:06.92. Men tað ger so bestemt ikki søguna verri ! 🙂

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra blandaðari svimjing, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 1:06.74. Poula Øssursdóttir Mohr átti føroyska juniormetið á 1:07.26, frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2011.

(Sára nýtt føroyskt juniormet á Ægir-stevnuni í februar 2015. Jón Bjarnason eigur myndina)

Kravtíðin til Oyggjaleikir er 1:07.40 í hesari greinini, so Sára var væl undir hana eisini, við eini tíð sum á Álandi í 2009 hevði rokkið til silvur og á Isle of Wight í 2011 til bronsu.