Kári stóð fyri ta heilt stóru makt-demonstratiónina á Køge Open, tá ið hann í 50 metrar ‘útskiljings-finaluni’ hølvaði hinar av, 5 ferðir á rað. ‘Útskiljing’ er at teir byrja við 6 finalistum, og so svimja um aftur og um aftur og pilka spakuligasta svimjara burtur úr, inntil bara tveir eru eftir. Ein rættiliga strævin kapping, við tað at stutt er millum hvørt umfar.
Well, Kári spældi við hinar. Hann var altíð minst eina kroppslongd frammanfyri hinar eftir undirvatnssvimjingini, og sá so út til bara at hygga sær framman fyri hinar. Fimtu ferð spennti hann so í og setti stevnumet, sum tó ikki var nóg skjótt til at betra um hansara egna føroyska met. Hetta var kappingin har man hoyrdu suð gjøgnum høllina, hvørja ferð Kári kom upp 2-3 metrar framman fyri hinar 🙂
Ríkisins skjótastu, enntá skjótastur í Evropa. Fjøll eru flutt, síðani eg takkaði fyri meg á heimafrontinum, og steig út á altjóða hermótið.
Satt at siga heldur hugtyngjandi beint nú at sita her “in the middle of nowhere” á RCN United World College, og eygleiða regnið dýkja niður á tey naknu trøini, meðan ógvusligar mongdir av skúlatingum skríggja eftir at vera gjørd, og so fylgja við hvussu framúrskarandi tað gongur tykkum á Danmarkar fríðu fløtum. Til lukku. Eitt megnar avrik øll somul – bæði tit, sum eru til DKM – og ikki minst “the one and only” Køge Open, hæddarpunkt ársins; katalysatorin til tað støðið, føroysk svimjing í dag er á. Ferð eftir ferð verður tað prógvað, sum ódeyðiligi Kirkjubøbóndin segði eftir aldarmótið, Enn eru knotur í føroyskum kongum.
Sjálvur havi eg meiri og minni hongt mær svimjibuksurnar á klædnakrókin, umstøðurnar her eru til staðar, betur enn í allari Eysturoy hava vit ein 25 m hyl til 200 íbúgvar á staðnum og 200 næmingar, men ógvusligar mondgir av skúlatingum og dovinskapur forða fyri venjing.
Her er annars einastandandi at vera, uttan at taka munnin ov fullan, tori eg at siga, at hesir hava verið teir mest spennandi og læruríku mánaðirnir higartil; bara tað at kenna fólk bókstaviliga úr øllum heimi, og mentan teirra er fyri meg heilt fantastiskt. Og at skúlin so kann bjóða umstøður í heimsflokki, og eitt undirvísingarstøði, sum gevur skúlanum æruna at hava næsthægsta miðaltal í heimi, dugi eg ikki heilt at seta orð á. Men hinvegin ber tað so eisini, sum eg havi borið fram, eina ófatiliga rúgvu av skúlatingum í sær.
Vóni, tit øll somul hava tað gott.
Skal enda við at ogna tykkum nakrar av teimum djúptøknastu, vakrastu reglum, føroyskt mál eigur; hon sigur alt:
Her løgdu frægir inn av nýggjum,
gjørdu garðar, reistu búgv;
hjá teim, sum upp úr nýggjum brutu,
tað stóð um tolni, stóð um trúgv.
Í einsemi teir bygdu landið,
og tíðan verk var illa lønt,
tann gleðin ikki untist mongum
at síggja gerðið fagurgrønt.
Men tú, sum arvar dyrkað lendið,
minst til hvør grønur teigur er
ein ogn, sum lívið í tær eigur,
tað velst um teg, um bøur ber.
(K. Hoydal)
Svein
Køge, 28. oktober 2007 kl 11.24:
Klokkan er flutt til vetrartíð í nátt og tað ger stóran mun. Máttu bíða eftir at høllin lat upp og alt 
umvegis flot.info
Pál gjørdi eitt gott hál í kvøld á 1.500 m teininum. Tíðin hjá honum var 15:26.89. Hann megnaði sostatt at skera 22 sekund av kanóntíðini hann setti á Oyggjaleikum í summar. Pál er nú skjótastur unglingur í Evropa á 1.500 m.
Køge, 27. oktober 2007 kl 19.24:
Tær yngru genturnar vunnu silvur í 4 x 50 blandað, og harrarnir somuleiðis. Kristian Olsen svam bringu og vann faktiskt eisini bronsu í einstaklingakappingini. Pauli vann silvur í 50 firvald. Turið vann silvur í bringu og bronsu í firvald. Góður skurður
.
umvegis flot.info
Herfølge, 27. oktober 2007, kl 18.46:
Ingun svam eina kanóntíð á 36 okkurt og varð so klárt fremst.
umvegis flot.info
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 18.46:
Joan Kristina betraði 15 sekund um sína bestu tíð í 100 frí, og Susan 18, tá ið tær vunnu hvønn sín riðil í morgun. Hvalirnir eru gávur til allar riðlavinnarar.
umvegis flot.info
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 18.46:

umvegis flot.info
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 12.28:
Tað gongur gott hjá Ægir, men hasin høvuðsvenjarin er altso ikki heilt normal.
umvegis flot.info