Ótrúligt vikuskifti

Tríggjar gull, eina silvur og eina bronsu. Vit eru nokk øll meira ella minni sperlað, sum hava verið uppi í hesum her við NJM í vikuskiftinum, men tað hevur verið tað heila vert.

Um tit vilja lesa meira um NJM, so farið á www.njm2007.com/fo ella www.susvim.com. Tit kunnu eisini síggja video frá stevnuni á www.youtube.com/njsc2007, og síggja myndir á picasaweb.google.com/njsc2007.

Ikki at siga at vit ikki fara at skriva meira um NJM her. Eg orki bara ikki at seta meg at skriva alt tað umaftur her, beint nú, sum allíkavæl stendur á offisiellu síðuni 🙂 Continue reading Ótrúligt vikuskifti

Gull og silvur til Føroyar

Kári J. á Høvdanum vann silvur í 50 rygg og var nær við at taka gullið eisini. Pál Joensen var heilar tvær longdir framman fyri nummar tvey í 1500 frí, í nýggjum føroyskum meti. Vinarliga hyggið á njm2007.com og livetiming.se, tí vit eru eitt sindur ov pressaði her til at orka at dagføra fleiri heimasíður í senn 🙂

From NJSC 1. session

Continue reading Gull og silvur til Føroyar

NJM 2007 startlisti – næsta útgáva

Tað hava verið rættiliga nógvar rættingar gjørdar til startlistan sum eg sendi út fyrradagin, og viðfest er tí ein nýggj útgáva, sum eg eisini havi sent luttakandi londum at rættlesa, lagt á njm2007.com og dagført LiveTiming við. Har burdi ikki verið nógv eftir at rætta, men sigið endiliga frá um tit finna okkurt.
Continue reading NJM 2007 startlisti – næsta útgáva

Amerikanska meistarastevnan verður víst ‘live’ á netinum

Sambært tíðindunum her á SwimNews ætlar amerikanska svimjisambandið at senda beinleiðis frá meistarastevnuna í stuttum hyli nú 30. november til 1. desember, á heimasíðuni SwimNetwork.com sum er gjørd serliga til endamálið. Meistarastevnan er í 25 yard hyli, men er tó so eisini úttøkukapping til HM í 25 metra hyli í Manchester í vár.

So er NJM startlistin klárur

Tað sær bara heilt gott út fyri Føroyar, nú fyribils startlistin er klárur at eftirmeta. Pál liggur til at vinna gull í 400 og 1500 frí, umframt eina bronsu í 200 frí. Kári J. á Høvdanum er seedaður til silvur í 50 rygg, og er eisini rímiliga nær teimum bestu til at kunna at vinna heiðursmerki í 100 og kanska 200 rygg. Restin liggur í lægra endanum, men møguliga kunnu tey pressa seg eitt sindur upp, nú vit eru á heimabana.

Startlistin liggur eisini á www.njm2007.com, og er annars sendur øllum limalondum at eftirmeta. Hann er tastaður inn (av mær) í einum, seigum strekki, so tað kann væl hugsast at har eru nakrar prentvillur og annað sum skal rættast komandi dagarnar.

Er tað gjørligt at svimja 47.91, um man bara venur 20 km um vikuna?

Hetta er stóri spurningurin á kjaksíðum innan svimjing, nú Stefan Nystrand í august svam langbana 100 frí á 47.91, næstskjótasta tíð nakrantíð, samstundis sum hann sigur seg ongantíð venja meira enn 20.000 metrar um vikuna, umframt 2 ferðir landvenjing. Lesið t.d. her og her á timedfinals.com, her á CollegeSwimming.com, og her á kjaksíðuni hjá ‘The Race Club‘. Hatta er alt á enskum, men Nystrand forklárar eisini sjálvur ymiskt her á svenskum, í SvD.
Continue reading Er tað gjørligt at svimja 47.91, um man bara venur 20 km um vikuna?